23. august 2019

Tónlistaligur september

Norðurlandahúsið bjóðar ikki færri enn 8 konsertir í september. Alt frá klassiskum til jazz, harmonikutónleiki til popp og kórtónleiki til vísusang.


1. september ber fyrst til at uppliva russisku harmonikustjørnurnar Vladimir Ushakova og Svetlanu Stavitskaya, sum eru í Føroyum í sambandi við harmonikufestivalin í Fuglafirði. Seinni sama dag fer viðurkendi danski vokalbólkurin Musica Ficta á pall, har tey fara at syngja italalska madrigalar.


4. september vitja ung vágafólk í Havn. Tá verður nevniliga konsert við næmingum í musikkskúlanum í Vágum.


6. september verður forkunnugur fyrilestur við heitinum ”Det musiske menniske”, og eftir fyrilesturin verður hugnalig kafékonsert við Spellemanns-virðisløntu norsku sangarinnuni Ingeborg Oktober. Kaféin Systrar ger lekrar drinks til høvið, so hetta er ein upplagdur háttur at runda arbeiðsvikuna av og koma í vikuskiftisstemning.


7. september verður fyrsta konsertin í triðja og síðsta umfari av PULS konsertrøðini, sum Norðurlandahúsið skipar fyri í samstarvi við Spaniastovu og Listastovuna. Á hesi konsertini hoyra vit vakra verkið Resonance eftir danska Jacob Anderskov, sum í 2018 var í uppskotið til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins.


18. september syngur finlands-svenski vísusangarin Frida Andersson á enn einari seinnapartskonsert í kaféini Systrar. Her ber til at njóta eina róliga løtu eftir loknan arbeiðsdag, áðrenn farið verður heim til nátturðan.


22. september hoyra vit spildurnýtt tilfar frá íslendsku stjørnuni Sóley. Nógv hoyrdu hana ivaleyst í 2017, tá hon spældi eina konsert saman við Eivør í Fuglafirði. Nú vitjar hon aftur Føroyar í sambandi við PULS og spælir tríggjar konsertir í ávikavist Spaniastovu, Listastovuni og Norðurlandahúsinum.


Tónlistamánaðin í Norðurlandahúsinum endar 28. september við klassiskari heystkonsert, har mæti føroyski tónlistabólkurin Aldubáran fer at framføra meistaraverk eftir Beethoven.

Upp aftur