Dátuverndarkunning
Hendan dátuverndarkunning hevur til endamál at upplýsa um okkara viðgerð av persónupplýsingum.

Dátuverndarkunningin upplýsir, nær vit hava rætt til at fáa fatur á persónupplýsingum um teg, sum t.d. tá tú setur teg í samband við okkum.

Harumframt hava vit útgreinað, hvørjar upplýsingar vit hava tørv á, og hvussu vit verja tínar upplýsingar, hvaðani vit fáa upplýsingarnar frá, og hvørji rættindi, tú hevur í hesum sambandi.

Vit – Dátuábyrgdarin
Norðurlandahúsið í Føroyum er partur av einum norðurlendskum samstarvið, ið hevur til endamál at miðla norðurlendska list og mentan í Føroyum, umframt eisini at styrkja føroyska list og mentan í Føroyum, Norðurlondum og kring allan heim.

Tað almenna norðurlendska samarbeiðið fer fram innan karmarnar hjá Nordisk Ministerråd, har stjórnarvaldini samarbeiða við Nordisk Råd, sum er tann parlamentariski miðdepilin. Fremst í hesum arbeiði eru samarbeiðsráðharrar og valdir tinglimir.

Sambandsupplýsingar
Er ynski um at fáa meiri at vita um okkara dátuviðgerð av tínum persónsupplýsingum, kunnu tit seta tykkum í samband við okkum á ein av niðanfyristandandi háttum:

Hvat er ein persónupplýsing?
Ein persónupplýsing er sambært dátuverndarlógini ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni. Hetta kann verða navn, bústaður, telefonnummar, mynd ella teldupostbústað o.s.fr.

Vit savna persónsupplýsingar uppá fleiri mátar
Vit savna inn persónupplýsingar um teg á fylgjandi hátt:
- Tá ið tú nýtir okkara heimasíðu
- Tá ið tú keypir okkara vørur á netinum
- Tá ið tú meldar teg til at móttaka tíðindabrøv
- Tá ið tú sjálv/sjálvur gevur okkum tínar persónupplýsingar
- Um tú gert ein sáttmála við okkum
- Um tú setur teg í samband við okkum beinleiðis við telduposti v.m.
- Um tú luttekur á fundum ella fyrilestrum í húsinum
- Um tú keypir atgongumerki til tiltøk í húsinum

Okkara dátuviðgerð
Vit skráseta persónupplýsingar um teg fyri at vit kunnu venda aftur til tín ella lata tær ávísar tænastur, sum tú ynskir at fáa, so sum hentleikar, tíðindabrøv og aðrar uppgávur viðvíkjandi okkara stovni og tænastum, ið tú ynskir at fáa ella brúka.

Harumframt skráseta vit persónupplýsingar til at nýta í innanhýsis hagtølum. Einans persónar, sum ynskja tað, vilja fáa tíðinabrøv v.m. Tú hevur altíð møguleika at geva okkum boð um, at tú ikki ynskir at móttaka tíðindabrøvini framyvir.

Endamálið við at samla og nýta persónupplýsingar um teg kann sundurgreinast soleiðis:
1) Fyri tað fyrsta eru ymiskar upplýsingar, ið vit eru noydd at vita um teg, fyri at vit kunnu veita tær eina góða tænastu. Tað kann vera t.d. navn, bústaður, telefonnr. og teldupostur, tað vil siga neyðug samleikaprógv og sambandsupplýsingar. Um vit ikki kunnu viðgera hesar persónupplýsingar, kunnu vit ikki veita tær, tær tænastur, tú ynskir. Um tú t.d. ynskir at tekna teg til tey norðurlendsku tíðindabrøvini, er neyðugt við samtykki til viðgerðina av persónupplýsingunum, t.d. teldupostadressu til endamálið. Møguleiki er eisini fyri øðrum viðgerðargrundarlagi t.d. í sambandi við sáttmálar ella, har lóggávan krevur, at vit skulu skráseta og goyma ymiskar persónupplýsingar. Tað er til dømis persónupplýsingar, ið verða nýttir til at lúka skatta- og bókhaldslógina ella serlig krøv sum at starvsfólk og fríyrkisfólk, ið starvast við børnum, skulu vísa okkum eina reina barnaváttan.

2) Síðan eru tað eisini persónupplýsingar, ið vit ynskja at vita um teg, uttan so at hesar eru alneyðugar fyri eina viðgerð, men har vit fáa vitan um teg, so vit kunnu betra okkara tænastur og samskiftið okkara millum, so vit kunnu bjóða tær tann neyðuga serkunnleikan, tú hevur brúk fyri. Tað kann m.a. vera innsamlaðar persónupplýsingar um vitjan á okkara heimasíðu, herundir IP-adressur og cookies á tínari teldu. Hetta er neyðugt, so okkara heimasíða riggar sum hon skal og hjálpur okkum at gera heimasíðuna meira brúkaravinarliga.

Ongar av persónupplýsingunum í stykki nr. 2 eru serliga neyðugar, fyri at vit kunnu veita tær ta røttu tænastuna. Okkara viðgerð í hesum sambandi er tí títt samtykki. Um vit ynskja at nýta tínar persónupplýsingar á annan hátt, enn tað vit ætlaðu, verður tú biðin um eitt nýtt samtykki, um vit meina, hetta liggur uttanfyri fyrra samtykkið.

Vit sletta tínar persónupplýsingar, tá tær ikki eru neyðugar longur
Vit meta um, nær vit ikki longur hava tørv á tínum persónupplýsingum, og verða allar persónupplýsingarnar slettaðar, tá tørvurin á upplýsingum ikki er longur.

Nakrar persónupplýsingar skulu goymast minst 5 ár í sambandi við lóggávuna, m.a. bókhaldslógina. Tað er m.a. brúk fyri persónupplýsingum í samband við fakturar, so vit fáa avroknað skatt og mvg og fyri at kunna vátta fyri myndugleikunum, so sum sáttmálar v.m.

Aðrar persónupplýsingar, ið eru partar av málsviðgerð hjá norðurlendsku virkseminum, verða journaliseraðar á rættan hátt eftir vanligum almennum meginreglum. Tað eru bara týðandi og neyðugar persónupplýsingar, sum koma við í málsviðgerðina. Tá málsviðgerðin er liðug, kunnu persónupplýsingarnar ikki slettast. Persónupplýsingarnar verða sendar til ríkisarkivið, har tað løgfrøðiliga verður slettað í samstarvi við Nordisk Ministerråd.

Vit víðarigeva tínar persónupplýsingar í slíkum føri
Vit víðargeva ikki tínar persónupplýsingar til onnur:
- Uttan tað er neyðugt, so vit lúka lóggávuna
- Uttan tú hevur givið samtykki
- Uttan tað er í sambandi við nýtslu hjá dataviðgerum innanfyri EU, EØS ella eitt trygt triðjaland

Í tann mun, lóggávan loyvir tí, kunnu vit víðarigeva persónupplýsingar við tí í hyggju annaðhvørt at verja ella handhevja okkara rættindi. Dømi, har tað kann verða týðandi, kann verða í sambandi við fyribyrging av falsan ella annað revsivert.

Tíni rættindi 

Ynskir tú at gera brúk av omanfyri nevndu rættindum, verður tú biðin um at senda ein teldupost til nlh@nlh.fo við heitinum “Míni rættindi viðvíkjandi viðgerð av persónsupplýsingum”, har tú greiður frá støðuni og hvønn rætt tú ynskir at brúka.

Á hvønn hátt varðveita vit tínar persónupplýsingar
Vit hava bundið okkum til at verja tínar persónupplýsingar eftir etiskum reglum, bæði fyri okkara egnu skyld og fyri at yvirhalda alla lóggávu.

Vit nýta viðkomandi og álítandi tekniskar og bygnaðarligar skipanir fyri at tryggja, at óviðkomandi ikki fáa atgongd til persónupplýsingarnar, vit goyma. Endamálið er at tryggja, at persónupplýsingarnar ikki verða nýttar, oyðilagdar, broyttar, verða gjørdar almennar ella á annan hátt misnýttar.

Vit hava innanhýsis reglur fyri kunningartrygd
Vit hava innanhýsis reglur fyri kunningartrygd, sum innihalda politikkar, leiðreglur og mannagongdir við meira.

Hetta inniber m.a., at persónupplýsingar bara eru atkomuligar fyri rætta starvsfólki, ið hevur brúk fyri tí. Ein partur av okkara leiðreglum um kunningartrygd, er at vit læra okkara starvsfólk at handfara persónupplýsingarnar og hava tilvitsku átøk.

Vit hava sett í verk KT fyriskipanir
Vit hava íverksett KT trygdarskipanir, ið skulu tryggja at okkara KT trygd er nøktandi í mun til teir upplýsingar, vit goyma.

Vit hava eina fasta mannagongd fyri fráboðan, ið tryggjar, at vit kunna teir myndugleikar, ið skulu kunnast, um hetta gerst neyðugt.

Sum nevnt hava vit sett mong tiltøk í verk fyri at tryggja viðgerðina av tínum persónupplýsingum. Skuldu okkara KT-skipanir og aðrar skipanir kortini blíva settar í vanda, vilja vit geva tær boð um hetta uttan óneyðugt drál, um vandin er høgur fyri tíni rættindi og frælsi.

Myndir og upptøkur
Norðurlandahúsið er eitt alment hús. Vit gera vart við, at vit javnan taka myndir og gera upptøkur av virksemi í húsinum, sum vit brúka til marknaðarføring og skjalfesting m.a. á heimasíðuni og á sosialu miðlum. Vit brúka bert myndir og upptøkur, har vit meta, at fólk verða sýnd á ein neutralan og positivan hátt. Vit eru serliga varin, tá tað snýr seg um børn ið eru 13 ár og yngri. Set teg í samband við okkum, um tú sært tú eina mynd av tær, sum tú ynskir strikaða.

Klagumøguleiki
Tann skrásetti hevur rætt til at klaga til Dátueftirlitið um okkara viðgerð av persónsupplýsingum. Hetta verður gjørt við at venda sær til Dátueftirlitið, ið hevur fylgjandi kontaktupplýsingar:

Teldupost: dat@dat.fo
Telefonnummar: +298 309100

Hendan dátuverndarkunning er seinast dagførd 25.01.2024

Upp aftur