02. juli 2020

Rundsýningar í Norðurlandahúsinum

HVUSSU VÆL KENNIR TÚ NORÐURLANDAHÚSIÐ?

Vitja Norðurlandahúsið við ferðaleiðara og fá meira at vita um søguna, arkitekturin, listina og mangt annað áhugavert og undrunarvert. Alt summar verður skipað fyri tveimum ymsum rundsýningum í Føroya fremsta mentanarhúsi.

Vit bjóða tvær ymsar rundsýningar: Eina rundsýning, har vit fara á ferð gjøgnum húsið og eina lista-rundsýning, har vit vitja Summarframsýninga "Klæði".

Rundsýning í Norðurlandahúsinum

Kom við á forvitnisliga ferð í Norðurlandahúsinum. Familjuvinarlig rundsýning.

Vit skipa fyri rundsýningum hvønn týsdag og fríggjadag.

Kl. 14.00 á føroyskum

Kl 14.30 á skandinaviskum

Melda teg til á nlh.fo ella í móttøkuni. Kostnaður 50,-

Børn 13 ár og yngri ókeypis í fylgi við einum vaksnum

Keyp atgongumerki her

Lista-rundsýning 

Summarframsýningin 2020 ”Klæði”

Vilt tú vita meira um framsýningina og tankarnar handan listaverkini? Kom so við á rundsýning við frásøgufólki.

Vit skipa fyri rundsýningum í framsýningini hvønn týsdag og fríggjadag.

Kl. 14:00 á føroyskum og kl. 14:30 á donskum.

Rundsýningin er ókeypis, men tilmelding krevst.

Melda teg til á heimasíðu okkara, www.nlh.fo, ella í móttøkuni.

Melda til her

Upp aftur