07. januar 2021

PressReader í Norðurlandahúsinum

Frá januar 2021 verður møguligt hjá øllum gestum, at fáa atgongd til fleiri túsund ymisk bløð og tíðarrit úr øllum heiminum umvegis PressReader. Tað einasta tú skalt gera, tá tú vitjar húsið, er at taka PressReader appina niður ella fara inn á pressreader.com. So ber alt fyri eitt til at lesa The Guardian, The Washington Post, The Independent, Politiken, Børsen, Svenska Dagbladet, Aftenposten og Frettablaðid og mong mong onnur bløð og tíðarrit. 

Góðan lesihug.

Upp aftur