18. januar 2021

Norðurlandahúsið hevur fingið grønt stempul

Altjóða umhvørvismerkið Green Key hevur góðkent Norðurlandahúsið. ”Vit vilja og kunnu vera við til at gera mun” sigur Gunn Hernes, stjóri.

Kafein borðreiðir við burðardyggum, vistfrøðiligum mati, virkisbilurin er ein el-bilur, og lampurnar brúka LED- og lágorkuperur. Norðurlandahúsið hevur seinastu tíðina fyrireikað seg til grøna skiftið og 14. desember 2020 eydnaðist tað at fáa altjóða umhvørvisgóðkenningina Green Key.

Green Key-merkið verður givið til ferðavinnu-og ráðstevnustøð, ið arbeiða miðvíst fyri at verja umhvørvið, og sum lúka eina røð av strongum umhvørviskrøvum, alt frá at skilja burturkast, avmarka nýtslu og til grøna reingerð. Norðurlandahúsið miðar ímóti at vera við í grøna skiftinum. Tí var tað eyðsýnt at søkja um at fáa góðkenningina og fáa serkøn frá Green Key at meta um ymsu viðurskiftini í húsinum, greiðir Gunn Hernes frá.

“Det er viktig signal ovenfor oss selv, våre gjester, samarbeidspartnere og støttespillere, at vi viser til handling og ansvar. Ved å søke og være igjennom prosessen med å bli godkjent, og nå arbeide videre med dette, har vi valgt å prioritere og sette bæredyktighet høyt opp på vår agenda.

Nordisk ministerråds vision melder klart ut at vi skal være verdens mest bæredyktige region innen 2030, skal vi nå det, er det også vigtig, at hver enkelt aktør bidrar, både gjennom handling, men også gjennom økt kompetanse hos oss som forbrukere.”

Norðurlandahúsið kann ikki bara leggja seg afturá og hvíla, hóast góðkenningin er komin í hús. Krøvini frá Green Key um at verja umhvørvið økjast alsamt. Tað hevur eisini við sær, at húsið leypandi fer at útbúgva og seta starvsfólkini væl inn í øll viðurskifti hesum viðvíkjandi og áseta nýggj mál til umhvørvisarbeiðið, so vit alla tíðina menna grønu gongdina.

“Ja, dette er bare begynnelsen på et langt og godt stykke arbeid, vi skal gjøre”, siger Gunn Hernes. “Vi har startet med de lavthengende fruktene, og fått satt fokus på. Så håper vi, at vi over tid kan bli mer beviste, få økt kompetanse og kunnskap om hva som er gode valg sett fra et lokalt perspektiv. Nå har vi sendt et tydeligt signal om, at vi vil og kan være med til at gøre en forskel, og vi vil selvsagt med dette også måtte sette krav til våre leverandører og samarbeidspartnere.”

Green Key umhvørvisgóðkenningin er latin til yvir 3.200 fyritøkur í uml. 65 londum. Í Føroyum eru tað bert Hotel Brandan og Norðurlandahúsið, ið enn hava fingið góðkenningina. Green Key er undir Horesta, sum m.a. flokkar hotel og ráðstevnustøð.  Norðurlandahúsið er, sum tað einasta ráðstevnustaðið í Føroyum, flokkað við fimm stjørnum.

Mynd: Sami Kultima, tekniskur leiðari, Gunn Hernes, stjóri, Birna Jacobsen, verkætlanarleiðari

Upp aftur