25. mars 2021

Marjun Syderbø Kjelnæs í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021

Bókin "Sum rótskot" eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs er í uppskoti til ársins Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn hjá Norðurlandaráðnum.

Grundgevingin hjá Norðurlandaráðnum 

Í grundgevingini hjá Norðurlandaráðnum verður skrivað soleiðis um bókina:

Bókin skrivar seg beint inn í tíð okkara við tí økokritiska ráki, sum sæst í nútímans bókmentum. Bókin er tó meira enn bert ein veðurlagsskaldsøga. Hon er eisini, og kanska uppaftur meira, ein søga um tað, sum hugtekur okkum menniskju – bæði vaksin og ung – í dag. Hetta er ein bók um, hvussu ungdómurin ber seg at í einum heimi við avbjóðingum. Bókin tematiserar evni sum veðurlagsbroytingar, nýtslu av skíggjum, rúsdrekkamisnýtslu, sorg, og harafturat stór og torskild evni sum samleika, seksualitet, vísindi og trúgv. 

Stutt um bókina 

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav Sum rótskot út í 2020. Hendan ungdómsskaldsøga snýr seg um fýra vinfólk, sum vilja hava fólk at vakna og taka umhvørviskreppuna í álvara. Men tá tey velja at taka sakina í egnar hendur, fær tað avleiðingar, sum tey ikki høvdu ímyndað sær. Bókin viðger spurningar sum: hvat gert tú, tá fólk látast sum einki, meðan heimurin verður týndur? Og hvat gert tú, tá ein sjúka hóttir við at taka tína bestu vinkonu frá tær?

Stutt um høvundin 

Marjun Syderbø Kjelnæs (1974) hevur skrivað stuttsøgur, skaldsøgur, yrkingasøvn, barnabøkur, ungdómsbøkur, leikrit og sangtekstir. Hon hevur fingið fleiri virðislønir, m.a. Norðurlendska skúlabókavarðaprísin fyri ungdómsbókina Skriva í sandin í 2011. Sum rótskot fekk Mentanarvirðisløn Tórshavnar býráðs í 2020, og í ár fekk Marjun eitt ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins. Bøkurnar hjá Marjuni eru týddar til fleiri norðurlendsk mál umframt enskt, franskt og týskt.

Upp aftur