Kafé Systrar og Norðurlandahús fáa Grønu virðislønina
Mikukvøldið 5. mai fingu Kafé Systrar og Norðurlandahúsið Grønu virðislønina frá Tórshavnar kommunu. Virðislønin varð handað í samband við árligu umhvørvisvikuna hjá kommununi.
Grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu verður latin persóni, stovni ella fyritøku, sum á onkran hátt hava gjørt eitthvørt umhvørvisvinarligt átak, verkætlan ella annað, sum er umhvørvinum at frama. Mikukvøldið fór virðislønin altso til kaféina Systrar og til Norðurlandahúsið, sum hýsir Systrum.
Í grundgevingini bleiv m.a. nevnt, at kafé Systrar borðreiðir við burðardyggum mati, at húsið hevur el-bil, og at Norðurlandahúsið bleiv góðkent av altjóða umhvørvismerkinum Green Key, ið setur strang krøv til alt frá tí at skilja burturkast, avmarka nýtslu og til grøna reingerð.
Virðislønin gevur okkum áræði til at halda á fram við grøna arbeiðinum í Norðurlandahúsinum.
“Túsund takk fyri herðaklappið til okkum og til okkara kafé Systrar", sigur Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum. "Vit vita øll, at tað at verða sædd og viðurkend er týdningarmikið og gevur mót. Túsund takk fyri klappið á vegnum víðari í okkara arbeiði fyri eini grønari og meiri burðardyggari nútíð og framtíð. – Vit skulu halda fram við okkara arbeiði og gera fleiri burðardygg val og íløgur framyvir.”
Handanin var á Reinsarínum í Tórshavn.