Jens-Kjeld Jensen vunnið umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2020
Týsdagin 27. oktober heiðraðu vit tey tilnevndu til Virðislønir Norðurlandaráðsins í Norðurlandahúsinum. Jens-Kjeld Jensen vann Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2020. Til lukku Jens-Kjeld! Somuleiðis ynskja vit Janusi Rasmussen, Oddfríða Marna Rasmussen og Rakel Helmsdal hjartaliga til lukku við tilnevningunum til norðurlendsku virðislønirnar í ár.
Seinastu 40 árini hevur Jens-Kjeld Jensen ótroyttiliga greitt frá síni stóru vitan og áhuga innan føroyskt lívmargfeldi. Hann hevur skrivað 5 bøkur og yvir 500 greinar. M.a. hevur hann granskað innræsin djór og plantur og skrásett yvir 350 nýggj sløg í Føroyum, eins og hansara savning av føroysku músini, er vorið brúkt til gransking í Týsklandi og Bretlandi.
Í ár vórðu hesir fýra føroyingarnir tilnevndir virðisløn Norðurlandaráðsins (trýst á leinkjuna fyri at lesa meira):
Janus Rasmussen – tónleikaprís
Jens-Kjeld Jensen – umhvørvisprís
Oddfríður Marni Rasmussen – bókmentaprís
Rakel Helmsdal – barna og ungdóms bókmentaprís
Um Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins
Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins varð sett á stovn fyri at økja um vitanina innan umhvørvisarbeiði í norðurlondum. Virðislønin verður latin einum norðurlendskum felagsskapi, fyritøku ella einum persóni, ið á ein fyrimyndarligan hátt hevur megnað at sameina virðingina fyri umhvørvinum í síni fyritøku ella yrki, ella á annan heilt serstakan hátt, hevur gjørt ein innsats fyri umhvørvið. Umhvørvisvirðislønin er, saman við hinum virðislønunum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, latin síðani 1995. Hetta er triðu ferð, at virðislønin verður latin fólki ella fyritøku í Føroyum. Áður er virðislønin latin Boga Hansen (2006) og elfelagnum SEV (2015)
Virðislønir Norðurlandaráðsins 2020
Bókmentavirðisløn - Monika Fagerholm (FI)
Barna og ungdóms bókmentavirðisløn - Jens Mattsson(FI) og Jenny Lucander(SE)
Filmsvirðisløn - Dag Johan Haugerud og Yngve Sæther (NO)
Tónleikavirðisløn - Sampo Haapamäki (FI)
Umhvørvisvirðisløn - Jens-Kjeld Jensen (FO)