17. august 2020

Heimabitin

Heimabitin er heitið á nýggjum talgildum tilboði frá Norðurlandahúsinum, har fólk kunnu uppliva tónleik, sjónleik, fyrilestrar, skaldskap og mangt annað úr øllum norðurlondum, uttan at fara heimanífrá.

Kreppan ávirkar sambandið ímillum okkum menniskju, og vit noyðast tí at finna aðrar hættir at koma hvørjum øðrum við. Listafólk og tey, sum arbeiða við og fyri list, stremba eftir at finna nýggjar vegir til áhoyrarar og áskoðarar. Hetta er neyðugt fyri bæði samfelagið sum heild, og hvønn einstakan persón.

Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, sigur soleiðis: ”Norðurlandahúsið vil fyrst og fremst takka øllum teimum, sum halda á fram at savna okkum við góðum upplivingum. Sjónleikarhús, konsertsalir og listasøvn allastaðni standa tóm. Í staðin er talgildi pallurin blivin høvuðspallurin hjá listini. Vit vilja virka fyri, at vit øll fáa góðar lista- og mentanarupplivingar hesa tíðina. Talgildu pallarnir eru á tremur við stroymingum og øðrum tilboðum. Vit fara tískil at savna eina skrá av upplivingum, sum okkara norðurlendsku samstarvsfelagar bjóða, og sum vit ynskja at deila við tykkum.”

Við mentan kobla vit frá og á, men fyrst og fremst er mentan felagsskapur. Á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum verður tú leidd/ur trygt ígjøgnum alnótsfrumskógin, og tú fært eitt breitt úrval av list og mentan, sum tú kanst njóta har tú ert, inntil vit aftur sleppa at hittast í okkara Norðurlandahúsi. Okkurt verður sent beinleiðis, meðan annað kann upplivast, tá hugurin er til tað. Nýggj tiltøk verða løgd afturat javnan.

Vælkomin til Heimabitan – talgilda pallin hjá Norðurlandahúsinum!

Sí skránna á nlh.fo/heimabitin

Upp aftur