02. november 2021

Eivør vann tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021

Týsdagin 2. november tók Eivør Pálsdóttir ímóti tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021. Virðislønin varð handað í Skuespilhuset í Keypmannahavn.

Úrdráttur úr grundgevingini frá dómsnevndini
"Ótroyttiliga arbeiði hjá Eivør Pálsdóttir hevur seinastu árini sett hennara heimland í miðdepilin, og hon arbeiðir nærløgd við hennara tónleikaarvi og móðurmáli. Eivør Pálsdóttir er eitt satt "norðurlendskt" listafólk, men samstundis hevur hon megnað at gerast kend som ein altjóða poppstjørna, ið ferðast kring heimin við hennara tiltiknu pallframførslu. Hon er eitt djarvt og leitandi listafólk, sum skapar samband við sínar áhoyrarar við merkisverdum lættleika, og sum setur orð á tað menniskjaliga í okkum øllum við bæði tign og yndi."

Til lukku Eivør!

Hinir vinnarirnir av virðislønunum vóru:
Barna- og ungdómsbókmentavirðislønin: De afghanska sönerna af svenske Elin Persson
Filmsvirðislønin: Danski filmurin Flugt
Umhvørvisvirðislønin: Concito úr Danmark fyri Den Store Klimadatabase
Bókmentavirðislønin: Grønlendska Niviaq Korneliussen fyri skaldsøguna Naasuliardarpi (Blomsterdalen)

Til lukku til øll - eisini tey tilnevndu.

Um virðislønir Norðurlandaráðsins
Norðurlandaráðið handar hvørt ár fimm virðislønir: bókmentavirðislønina, filmvirðislønina, tónleikavirðislønina, umhvørvisvirðislønina og barna- og ungdómsbókmentavirðislønina. Virðislønirnar eru hvør 300.000 danskar krónur og handast í samband við árliga fundin hjá ráðnum.

Upp aftur