Praktisk kunning til skúlar og stovnar
Við komu
Vit mæla til, at tit koma í góðari tíð, í minsta lagi 15 minuttir áðrenn, so tit hava tíð at lata tykkum úr jakkum, at fara á ves o.s.fr. Tiltøkini byrja stundisliga, og tá hurðarnar eru farnar aftur, kunnu tit ikki vera vís at sleppa inn.
Vendið tykkum til móttøkuna, um tit hava spurningar.
Ábyrgd tín sum lærari
Vit vænta, at tú sum lærari/námsfrøðingur hevur eftirlit við tínum næmingum, so atlit verður tikið til innbúgvið og hinar gestirnar í húsinum. Verið varin við stólunum í Høllini. Renning, róp, klintring o.s.fr. skal vera uttanfyri eitt nú í grasøkinum, sum riggar væl til at rokast í.
Matur og drekka
Tit eru vælkomin at hava matpakka við. Vanliga er pláss sett av til tykkara, tá tit vitja sum bólkur, so spyrjið starvsfólkini um hetta. Um vit ikki vita av, at tit koma at vitja okkum, mæla vit til, at tit ringja áðrenn, fyri at tryggja, at pláss er til tykkara.
Mál
Sum eitt rætt norðurlendskt hús eru lista- og mentanarupplivingarnar á ymiskum norðurlendskum máli.
Myndatøka
Vit taka myndir og filma ofta tiltøkini í húsinum, men vit taka serlig fyrivarni, tá talan er um barnatiltøk. Les meira her.