Vælkomin í vakstrartunnilin!

Tað er heilsugott og áhugavert at sáa og dyrka grønmeti og urtir til egna nýtslu, men hvat veksur í føroyska veðurlagnum? Kanska meira enn tú heldur!

Á eystursíðuni á Norðurlandahúsinum sært tú vakstrartunnilin - okkara vakstrarhús, har vit royna okkum við at sáa og dyrka ymiskt grønmeti, urtir og átuligar blómur. Vælsmakkandi rávørur, ið fara beinleiðis inn í køkin í kaféini, Tita, og sum verða borðreiddar bert fáa metrar frá mold til borð.

Vakstrartunnilin er opin fyri vitjandi frá mai til oktobur. Tú ert vælkomin at kaga innar at fáa íblástur ella bara at steðga á og njóta útsýnið og angan av tí grøna.

Konstruktiónin
Vakstrartunnilin er bygdur við burðardygd og haldbæri í huga. Sjálvur tunnilin er bygdur burturúr endurnýtslurørum frá laksavinnuni og dekkaður við polykarbonati, sum er haldført tilfar, ið stendur seg í nógva vindinum, vit ofta hava í Føroyum, heldur ein javnan hita í tunlinum og samstundis letur vøksturin inni í tunlinum fáa tað dagsljós, honum tørvar - sjálvt teir gráu dagarnar. Plantukassarnir eru bygdir úr avlopstilfari frá byggiplássum. Tunnilin er bygdur í samstarvi við Býarfesti, og føroyski verkfrøðingurin Ási Mikkelsen hevur teknað konstruktiónina. 

Meira grønt
Vakstrartunnilin er eitt samstarv við NordGen og er partur í arbeiðinum hjá Norðurlandahúsinum at fremja burðardygd, stuttflutta matvøruframleiðslu og lívfrøðiligt margfeldi. Okkara ynski er at geva bæði einstaklingum, familjum, skúlum og stovnum íblástur at fara í holt við grønar verkætlanir í Føroyum. Vit fáa jú øll givið okkara íkast til at velta meira grønt, uttan mun til um vit hava stóran urtagarð ella bert ein lítlan altankassa.

Vakstrartunnilin er stuðlaður av Norðurlendska Ráðharraráðnum, Betri og Tórshavnar Kommunu.

 

Upp aftur