PressReader (ókeypis)

Politiken, Aftenposten, Svenska dagbladet, Fréttablaðið, Illustreret Videnskab, Tieten Ytimessä: Historia, National Geographic, The Guardian og mong, mong onnur. Í Norðurlandahúsinum hevur tú atgongd til fleiri túsund ymisk bløð og tíðarrit kring allan heimin. Eisini er eitt stórt úrval til børn og ung.

Tað einasta tær nýtist at gera tá tú vitjar okkum, er at fáa samband við WiFi (NLH-Guest) á tíni telefon, teldli ella teldu. So kanst tú heilt ókeypis velja ímillum fleiri enn 5.000 bløð á yvir 60 málum gjøgnum appina Pressreader ella heimasíðuna pressreader.com. 

Til ber at sita í okkara frálíku kafé og lesa dagsins avís ella títt yndis tíðarrit. Um tú heldur vil bíða at lesa til tú kemur heim, ber tað eisini til við at taka tilfarið niður gjøgnum appina.

Góðan lesihug!

Upp aftur