Avmarkað tal er av parkeringsplássum við Norðurlandahúsið, og ofta kann tað vera torført at finna parkeringspláss í samband við størri tiltøk. Tí verður víst til tey almennu parkeringsplássini, sum eru nærhendis, eitt nú við Tórsbreyt, Ítróttahøllina og í Gundadali.

Rátt verður til, at fólk koma í góðari tíð, um tey koma við bili, og mint verður á, at tað ikki er loyvt at parkera framman fyri innkoyringarnar.

Upp aftur