Matstaðið Tita
Tita leggur dent á at vera eitt fólksligt matstað, har nógv fólk kunnu savnast og gleðast um góðan, einfaldan mat, sum er virkaður frá grundini - við støði í tí, sum árstíðini hoyrir til.
Her kanst tú fáa tær morgunmat, døgurða, køkur og okkurt til børnini. Maturin verður borðreiddur beinanvegin, og áfylling av kaffi er ókeypis.
Sí matskránna á: www.tita.fo.
Matstaðið hevur opið soleiðis
Mánadag–fríggjadag: Kl. 9.00–16.00
Leygardag: Kl. 10.00–16.00
Sunnudag: Kl. 12.00–16.00
Harumframt hevur Tita eisini opið í sambandi við tiltøk í húsinum.