Børn eru hjartaliga vælkomin í Norðurlandahúsið, so takið tey endiliga við tykkum! Okkum dámar so væl at fáa vitjan av børnum, og vit hava nógv ymiskt á skrá til børnini, sum t.d. konsertir, filmar, sjónleik umframt onnur tiltøk. Her eru nøkur hent prei til tykkara, sum hava børn við á vitjan í Norðurlandahúsum.

Tiltøk
Tiltøkini, sum eru ætlað børnum og familjum, eru ofta ætlað einum ávísum aldursbólki. Um tú ivast í, hvørt eitt tiltak er ætlað børnum, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara móttøku. Minst til, at børn eisini skulu hava atgongumerki til tiltøkini.

Sólblómubandið
Hevur tú eitt barn við ósjónligum avbjóðingum, sum kanska hevur tørv á hjálp ella at onnur hava tol við tí, eru tit vælkomin at fáa tykkum sólbómubandið um hálsin. Sólblómubandið fæst í móttøkuni.

Barnavinalig kafé 
Kafé Systrar hevur gott pláss til tey vitjandi, og umhvørvið er gott og róligt. Barnafamiljum dámar serliga væl sunnu Systra 'smoothies' og 'shakes' og ikki at gloyma leskiliga leygardagsbronsj hjá Systrum. Børnunum dámar eisini væl at sita við smáu borðini og tekna. Tá hugurin er til at tekna, eru tit vælkomin at fara í móttøkuna eftir pappírum og litblýantum. Her kunnu tit eisini lána spøl og bøkur, meðan tit vitja Systrar.

Stuttleikur og spæl
Norðurlandahúsið er eitt spennandi hús at vitja hjá børnum. Her gott pláss til at spæla sær í, og nógv ymiskt at hygga eftir og nerta við. Vit hava eisini framsýningar við listaverkum, sum vit mugu ansa væl eftir, og vit hava eisini vaksið fólk á vitjan, sum arbeiða ella sita á fundi. Tí er neyðugt, at tit halda eyga við børnunum, soleiðis at tey ikki fara at klintra, rópa og renna runt í bygninginum. Hetta eru børnini vælkomin at gera uttanfyri húsið á grasøkinum kring húsið, sum er sera væl egnað til rørslu.

Barnavognar
Trægólvið í húsinum er ljóst og tolir tíverri ikki so væl, at barnavognar verða trillaðir inn, men gott pláss er til barnavognarnar høgrumegin høvuðsdyrnar, har tú fært hildið eygað við barnavogninum frá kaféini. Eisini ert tú vælkomin at seta vognin út í garðin aftanfyri, sum er tættari, um tú eitt nú skalt til barsilsfyrilestur í Norðurstovu.

Skiftiborð
Vit hava skiftiborð á vesunum til rørslutarnað á báðum hæddunum. Hesi vilja vit heita á tykkum um at nýta, tá barnið skal skiftast.

Bróstageving
Tú ert vælkomin at geva barninum í øllum húsinum.

Barnagarðar og skúlar 
Um tit eru ein stórur bólkur og ætla at vitja og kanska eta matpakka í Norðurlandahúsinum, heita vit á tykkum um at ringja áðrenn og siga okkum frá, so tit fáa tryggjað tykkum pláss.

Vit gleða okkum at fáa tykkum á vitjan í Norðurlandahúsinum.

 

Upp aftur