Vælkomin í Norðurlandahúsið!

Norðurlandahúsið er eitt av teimum mest týdningarmiklu amboðunum hjá Norðurlendska Ráðharrastovninum til at fremja politisku raðfestingarnar av mentanarliga norðurlendska samstarvinum.

Norðurlandahúsið verður rikið sum eitt norðurlendskt lista- og mentanarhús við fjølbroyttum virksemi innan tónleik, bókmentir, leiklist, film, visuella list, fyrilestrar, ráðstevnur og mangt annað.

Gjøgnum list og mentan skilja vit betri,  hvørji vit eru sum menniskju og samfelag. Listin kann gleða, hugtaka, bjóða av, skapa orðaskifti, eggja og hugtaka, men mest av øllum sigur hetta nakað um samfelagið, sum vit liva í. Bæði sæð úr einum mentanarsøguligum sjónarhorni og sum samfelagskjakari.

Mentanin hevur ein týdningarmiklan samfelags leiklut, tí hon lyftur samfelagskjakið upp á eitt hægri stig. Samstundis kann hon ríka okkum og finnast at okkum. Tá vit eru trygg í okkara lívsskoðan kunnu vit møta tí fjølbroytta á ein uppbyggjandi hátt, og vit kunnu handfara okkara egna mentanararv og samstundis møta øðrum mentanum og sjónarmiðum. Framtíðar mentanararvin skapa vit saman, og í Føroyum er Norðurlandahúsið í stóran mun eitt stað, har framtíðar lista- og mentanararvurin verður skaptur og breiddur út.

Fremsta uppgávan hjá Norðurlandahúsinum er at miðla norðurlendska mentan og mentan í Føroyum, og at styrkja føroyska list og mentan í Føroyum, Norðurlondum og kring allan heim. 

Vit skipa gjøgnum árið einsamøll ella saman við øðrum fyri fleiri festivalum eitt nú barna-, films-, bókmenta- og jazzfestivalum. Sum listafólk ella fyrireikari er tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum, og leggja fram tíni hugskot ella uppskot til samstarv um eitt tiltak.

Vit stremba eftir at røkka einum breiðum málbólki við smáum eins og stórum tiltøkum. Okkara hallir verða brúktar til okkara egnu tiltøk, samstarvsprojektir ella verða leigaðar út til aðrar fyrireikarar.

Norðurlendski Ráðharrastovnurin, sum er samstarvsfelagsskapurin hjá stjórnunum í Norðurlondum, hevur sum mál í síni yvirskipaðu Visión 2030, at Norðurlond skulu verða tað mest burðardygga og samskipaða økið í heiminum. Vit skulu fremja grønu broytingina í okkara samfeløgum og grønan vøkstur, sum byggir á kunnleika, nýskapan, flytføri og digitala samskipan. Vit skulu arbeiða fyri at skapa eitt samanhangandi øki, sum er merkt av felagsskapi, javnrættindum og felags virðum. Vit skulu styrkja mentanarliga samstarvið og vælferðina.

Vit vóna, at tú sum gestur ella listafólk vil verða við okkum á hesi ferð!

Vælkomin!

Upp aftur