Ætlar tú at søkja um stuðul til eina norðurlendska mentanarverkætlan?

Hevur tú okkurt gott hugskot til eina norðurlendska mentanarverkætlan ella eitt norðurlendskt mentanarsamstarv? Tú kanst søkja um stuðul til at gera hugskotið til veruleika.

Her í Norðurlandahúsinum kanst tú fáa persónliga vegleiðing um, hvussu tú søkir peningaligan stuðul frá hesum grunnum:

Nordisk Kulturfond
Nordisk Kulturkontakt
NAPAs kulturstøtteprogram
Nordisk Film og TV Fond
Norden 0-30

Hvønn mánað hava vit talgilda vegleiðingarskrivstovu, har tú kanst fáa góð ráð til umsóknina umframt kunning um tær ymisku stuðulsskipanirnar. Harumframt eru felags fundir umleið tvær ferðir um árið. Tá ber somuleiðis til at fáa hjálp og kunning um stuðul. Halt eyga við okkara kalendara, ella bílegg eina tíð hjá Inger Smærup Sørensen á inger@nlh.fo.

Flogferðir úr Føroyum
Føroysk listafólk, sum vilja sýna fram sína list uttanlands, kunnu søkja um stuðul til flogferðirnar við Atlantic Airways hjá Loftbrúnni.

Ferðastuðul til sjálvboðin
Um so er, at tú arbeiðir sum sjálvboðin í Føroyum og hevur tørv á at fara á skeið, ráðstevnu, samstarvsfundir ella líknandi í einum øðrum norðurlendskum landi, kanst tú søkja um stuðul til ferðina (í mesta lagi kr 2.700) frá Norðurlandahúsinum.

Tú ert vælkomin at skriva til okkara á nlh@nlh.fo og greiða okkum frá tínum ætlanum, hvar tú ætlar tær, og hví tað er neyðugt at tú fert, og hvat tú vónar at hava við tær heimaftur til Føroya.

Vit svara so hvørt. Um tú fært játtað stuðul, verður hann útgoldin, tá tú hevur sent okkum kvittanir uppá ferðina við telduposti. Minst til at viðmerkja teldupostin "Sjálvboðin í Norðurlondum".

Upp aftur