Søgan

Tá føroyski politikarin Erlendur Patursson stóð á løgtingsins røðarapalli í 60 árunum við ynskinum um eitt norðurlendskt mentanarhús í Føroyum, vóru tað fleiri ivingasamir føroyingar. Var tørvur og pláss til eitt Norðurlandahús í Føroyum? Men Erlendur fekk sín vilja eftirlíkaðan. Landsstýrið og Norðurlendska Norðurlandaráðið samdust um, at eitt Norðurlandahús skuldi byggjast í Føroyum, og í 1977 varð útskrivað ein arkitektakapping. 158 arkitektar úr Skandinavia luttóku, og vinnararnir gjørdust norski arkitekturin Ola Steen og íslendski arkitekturin Kollbrún Ragnarsdóttir.

Til vígsluna 8. mai 1983 fekk Norðurlandahúsið eina sera fjálga móttøku, og hevur húsið síðani verið væl vitjað bæði av føroyingum og ferðafólki.

Stjórar í Norðurlandahúsinum
Gjøgnum árini hava fleiri norðurlendskir tjóðskapir røkt stjórastarvið.

Steen A. Cold, Danmark 1983-1985
Hjørtur Pálsson, Ísland, 1985
Karin Flodstrøm, Svøríki, 1985-1989
Jan Kløvstad, Noreg, 1989-1994
Peter Turtschaninoff, Finnland,  1994-1999
Helga Hjørvar, Ísland, 1999-2005
Niels Halm, Danmark, 2005-2013
Sif Gunnarsdóttir, Ísland, 2013-2018
Gunn Hernes, Noreg, 2018 –

Upp aftur