Samstarv
Vit í Norðurlandahúsinum samstarva við bæði listafólk, fyriskiparar og fyritøkur.
Vit stremba ímóti, at okkara skrá skal fevna um fleiri lista- og mentanarúttrykk, og at hon skal venda sær til øll, tó við serligum denti á børn og ung. Meginreglan í okkara virksemi er: skrivi- og talufrælsi, listarligt frælsi, javnvirði, javnstøða og grøna umleggingin.
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum um samstarv ella um leigu av okkara hølum á nlh@nlh.fo.
Føroyskir samstarvsfelagar
Norðurlandahúsið samstarvar um Listaleypin. Listaleypurin hevur sum endamál at bjóða øllum føroyskum fólkaskúlum nakrar listaupplivingar úti á skúlunum. Listafólk innan allar listagreinar eru vælkomin at søkja um at vera við í Listaleypinum. Meiri kunning um treytir og umsóknarfreist sæst her: listaleypurin.fo.