Vilt tú leiga og reka kaféina í Norðurlandahúsinum?

Norðurlandahúsið í Føroyum søkir eftir ágrýtnum og dugnaligum samstarvsfelaga at leiga og reka okkara kafé. Kaféøkið er hjartað í húsinum og spælir stóran lut í, at tað kennist innbjóðandi og hugkveikjandi hjá øllum okkara gestum at vera í húsinum.

Vit ynskja eina kafé, ið bjóðar fjølbroyttan og sunnan mat úr góðum rávørum, og samstundis leggur dent á at skapa hugna fyri gestir og samstarvsfelagar. Vit vilja, at kaféin er eitt stað, har fólk velja at hittast í gerandisdegnum. Kaféin skal eisini vera partur av kreativa samstarvinum í húsinum bæði í tí dagliga virkseminum og í sambandi við ráðstevnur, fundir og mentanartiltøk.

Vit leita eftir tær, sum
Hevur royndir úr kafé- ella matstovuvinnuni
Ert tænastusinnað/ur, hugsar í loysnum og dugir væl at samskifta
Brennur fyri at menna spennandi matskráir við árstíðarbundnum rávørum
Hevur góð samstarvsevni og ert tilvitað/ur um umhvørvisvinarligar loysnir
Megnar at leiða eitt toymi og skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi fyri tíni starvsfólk.

Um kaféina
• 70 sitipláss 
• Upplatingartíðirnar fylgja virkseminum og tiltøkunum í húsinum
• Ábyrgd fyri allari matveiting í húsinum – bæði dagliga rakstrinum og í sambandi við mentanartiltøk, ráðstevnur og fundir. 

Vit bjóða
• Eitt skapandi umhvørvi við trúføstum gestum
• Leigu av fult útgjørdum køki og kaféøki (við køliskápi, ovni, uppvaskimaskinu, kaffimaskinu, kassaskipan OnlinePOS, v.m.)
• Lagaligar leigutreytir
• Leigarin skal hava allar neyðugar góðkenningar upp á pláss, eisini skeinkiloyvi.

Hevur hetta tín áhuga?
Send so eina umsókn, har ið tú greiðir frá tínum dreymum og ætlanum við kaféini, umframt tínum royndum og førleikum.

📅 Umsóknarfreist: 1. mai 2025
📩 Send til: gunn@nlh.fo (viðmerk teldupostin við Forpakter
📞 Spurningar? Set teg í samband við: Gunn Hernes, stjóra, tlf. 351 351 / gunn@nlh.fo 

Norðurlandahúsið er ein Green Key-góðkendur stovnur, ið merkir, at vit arbeiða miðvíst fyri at minka um okkara umhvørvisárin. Vit eru eisini flokkað við fimm stjørnum frá HORESTA.

Vit gleða okkum til at hoyra frá tær!

Upp aftur