Vit søkja eftir verkætlanarleiðara
Vilt tú skapa lista- og mentanarupplivingar fyri gestir í túsundatali hvørt ár? Vilt tú arbeiða í einum norðurlendskum mentanarhúsi, har allar listagreinar møtast, og har góðska, samstarv og menning eru í miðdeplinum?
Norðurlandahúsið í Føroyum søkir eftir verkætlanarleiðara, sum vil vera við til at menna og fremja eina fjølbroytta skrá við serligari ábyrgd fyri børnum og ungum.
Um starvið
Norðurlandahúsið í Føroyum er ein stovnur undir Norðurlendska ráðharraráðnum og eitt stað, har list, mentan og samfelag møtast. Við okkara skrá styrkja vit norðurlendskt samstarv, mentanarskifti og flytføri tvørtur um landamørk. Hvørt ár seta vit eina fjølbroytta skrá saman við lista- og mentanarupplivingum fyri vitjandi í øllum aldursbólkum.
Tú fært ein týðandi leiklut í fyriskipanini og útinningini av tiltøkum – frá hugskoti til lidna framleiðslu. Arbeitt verður bæði sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við starvsfelagar, listafólk og samstarvsfelagar. Starvið fevnir eisini um at menna verkætlanir, sum fremja norðurlendskt mentanarskifti og styrkja samstarvið millum Føroyar og hini Norðurlond.
Starvsuppgávur
- Leggja til rættis og fullføra tiltøk
- Hava serliga ábyrgd av tilboðum til børn og ung
- Leiða verkætlanir frá hugskoti, fíggjarætlan og ráðlegging til útinning og eftirmeting
- Seta í verk og menna verkætlanir, sum stuðla málinum hjá Norðurlendska ráðharraráðnum um norðurlendskt mentanar- og samfelagssamstarv
- Umboða húsið í innanlands og norðurlendskum samstarvi
- Taka lut í viðkomandi netverkum
Førleikar
- Minst 3 ára hægri útbúgving innan mentan ella viðkomandi yrkisøki
- Hollur kunnleiki til norðurlendska mentanarlívið, umframt sambond til tað
- Royndir við lista- og mentanarmiðlan
- Skjalfestar royndir við ráðlegging og fullføring av tiltøkum
- Førleikar innan verkætlanarleiðslu, fyrisiting og fyriskipan
- Kunnleiki til almenna fyrisiting er ein fyrimunur
- Góðir málsligir førleikar á einum skandinaviskum máli í bæði skrift og talu
Persónligir eginleikar
- Tú samskiftir væl og dugir at miðla innihald til ymiskar málbólkar
- Tú ert eldhugað/ur, savnandi og dugir at skapa samstarv
- Tú arbeiðir skipað og miðvíst, samstundis sum tú ert kreativ/ur og framfús/ur
- Tú ert fleksibul og trívist í einum skiftandi arbeiðsdegi við høgari ferð
- Tú hevur evni til at útinna og hava yvirlit yvir fjøltáttaðar verkætlanir
Arbeitt verður onkuntíð um kvøldið og um vikuskiftið, og onkur ferðing kann væntast.
Vit bjóða
- Ein týðandi leiklut í einum norðurlendskum mentanarstovni undir Norðurlendska ráðharraráðnum
- Eitt kreativt og dynamiskt arbeiðsumhvørvi
- Møguleika at seta dám á skránna og innihaldið
- Eitt arbeiðspláss í Tórshavn við stórum, norðurlendskum netverki
Treytir
Løn og setan eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, avvarðandi fakfelag og Norðurlendska ráðharraráðið.
Starvið er áramálssett, vanliga í 4 ár, við møguleika fyri leinging í upp til 4 ár.
Flyti- og uttanlandsískoyti er til umsøkjarar úr øðrum londum enn Føroyum.
Galdandi revsiváttan skal leggjast fram áðrenn setan.
Praktiskar upplýsingar
Umsóknarfreist: 15. august 2026 (á midnátt, danska tíð)
Starvsbyrjan: Í seinasta lagi 1. januar 2027
Umsókn skal latast inn umvegis www.norden.org
Samband: Gunn Hernes, gunn@nlh.fo | +298 351 351