Grøna vegakortið hjálpir lista- og mentanarøkinum í samfelagnum at minka um veðurlagsávirkanina. Í Grøna vegakortinum eru vegleiðingar og amboð til annaðhvørt at koma í gongd við grøna skiftið, ella at halda fram við burðardyggu leiðini.

Vegakortið byggir á vitan hjá serfrøðingum á umhvørvisøkinum og á mentanarøkinum. Tað er ætlað til nýtslu bæði í politisku skipanini og á rakstrar- og leiðsluøkinum, og veitir ítøkilig ráð um t.d. orkukeldur, matvørur og flutning, umframt íblástur til virkisskráir og ráðlegging.

Norðurlandahúsið í Føroyum hevur havt ábyrgdina av at menna Grøna vegakortið, sum er partur av skránni hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, Burðardyggur lívsstílur (Bæredygtig livsstil).

Tak niður Grøna vegakortið

Upp aftur