Green Key

Kaféin í Norðurlandahúsinum borðreiðir við burðardyggum, vistfrøðiligum mati, okkara virkisbilur er ein el-bilur, og í lampunum eru LED- og lágorkuperur. Norðurlandahúsið miðar ímóti at vera við í grøna skiftinum. Tí vórðu vit í desembur 2020 góðkend av altjóða umhvørvismerkinum Green Key.

Green Key-merkið verður givið til ferðavinnu-og ráðstevnustøð, ið arbeiða miðvíst fyri at verja umhvørvið, og sum lúka eina røð av strongum umhvørviskrøvum, alt frá at skilja burturkast, avmarka nýtslu og til grøna reingerð.

Krøvini frá Green Key um at verja umhvørvið økjast alsamt. Tað hevur eisini við sær, at húsið leypandi fer at útbúgva og seta starvsfólkini væl inn í øll viðurskifti hesum viðvíkjandi og áseta nýggj mál til umhvørvisarbeiðið, so vit alla tíðina menna grønu gongdina.

Green Key umhvørvisgóðkenningin er latin til yvir 3.200 fyritøkur í uml. 65 londum. Green Key er undir Horesta, sum m.a. flokkar hotel og ráðstevnustøð. Norðurlandahúsið er, sum tað einasta ráðstevnustaðið í Føroyum, flokkað við fimm stjørnum.

Upp aftur