Dátuverndarkunning
Hendan dátuverndarkunning hevur til endamáls at upplýsa um okkara viðgerð av persónupplýsingum.

Dátuverndarkunningin upplýsir, nær vit hava rætt til at fáa fatur á persónsupplýsingum um teg, sum t.d. tá ið tú setur teg í samband við okkum.

Harumframt hava vit útgreinað, hvørjar upplýsingar vit hava tørv á, og hvussu vit verja tínar upplýsingar, hvaðani vit fáa upplýsingarnar frá, og hvørji rættindi, tú hevur í hesum sambandi.

Vit – Dátuábyrgdarin
Norðurlandahúsið í Føroyum er partur av einum norðurlendskum samstarvi, ið hevur til endamáls at miðla norðurlendska list og mentan í Føroyum, umframt eisini at styrkja føroyska list og mentan í Føroyum, Norðurlondum og kring allan heim.

Tað almenna norðurlendska samarbeiðið fer fram innan karmarnar hjá Norðurlandaráðharraráðnum, har stjórnarvaldini samarbeiða við Norðurlandaráðið, sum er tann parlamentariski miðdepilin. Fremst í hesum arbeiði eru samarbeiðsráðharrar og valdir tinglimir.

Sambandsupplýsingar
Er ynski um at fáa meiri at vita um okkara dátuviðgerð av tínum persónsupplýsingum, kunnu tit seta tykkum í samband við okkum á ein av niðanfyristandandi háttum:

Hvat er ein persónupplýsing?
Ein persónupplýsing er sambært dátuverndarlógini ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni. Hetta kann vera navn, bústaður, telefonnummar, mynd ella teldupostbústað o.s.fr.

Vit savna persónsupplýsingar upp á fleiri mátar
Vit savna inn persónsupplýsingar um teg á fylgjandi hátt:
- Tá ið tú nýtir okkara heimasíðu
- Tá ið tú keypir okkara vørur á netinum
- Tá ið tú meldar teg til at móttaka tíðindabrøv
- Tá ið tú sjálv/sjálvur gevur okkum tínar persónsupplýsingar
- Um tú gert ein sáttmála við okkum
- Um tú setur teg í samband við okkum beinleiðis við telduposti o.tíl. 
- Um tú luttekur á fundum ella fyrilestrum í húsinum
- Um tú keypir atgongumerki til tiltøk í húsinum

Okkara dátuviðgerð
Vit skráseta persónsupplýsingar um teg fyri at vit kunnu venda aftur til tín ella lata tær ávísar tænastur, sum tú ynskir at fáa, so sum hentleikar, tíðindabrøv og aðrar uppgávur viðvíkjandi okkara stovni og tænastum, ið tú ynskir at fáa ella brúka.

Harumframt skráseta vit persónsupplýsingar til at nýta í innanhýsis hagtølum. Einans persónar, sum ynskja tað, vilja fáa tíðindabrøv o.a.m. Tú hevur altíð møguleika at geva okkum boð um, at tú ikki ynskir at móttaka tíðindabrøvini frameftir.

Endamálið við at samla og nýta persónsupplýsingar um teg kann sundurgreinast soleiðis:
1) Fyri tað fyrsta eru ymiskar upplýsingar, ið vit eru noydd at vita um teg, fyri at vit kunnu veita tær eina góða tænastu. Tað kann vera t.d. navn, bústaður, telefonnr. og teldupostur, t.e. neyðug samleikaprógv og sambandsupplýsingar. Um vit ikki kunnu viðgera hesar persónsupplýsingar, kunnu vit ikki veita tær tær tænastur, tú ynskir. Um tú t.d. ynskir at tekna teg til tey norðurlendsku tíðindabrøvini, er neyðugt við samtykki til viðgerðina av persónsupplýsingunum, t.d. teldupostadressu til endamálið. Møguleiki er eisini fyri øðrum viðgerðargrundarlagi, t.d. í sambandi við sáttmálar, ella, har lóggávan krevur, at vit skulu skráseta og goyma ymiskar persónsupplýsingar. Tað er t.d. persónsupplýsingar, ið verða nýtt til at lúka skatta- og bókhaldslógina ella serlig krøv, sum at starvsfólk og fríyrkisfólk, ið starvast við børnum, skulu vísa okkum eina reina barnaváttan.

2) Síðan eru tað eisini persónsupplýsingar, ið vit ynskja at vita um teg, uttan so at hesar eru alneyðugar fyri eina viðgerð, men har vit fáa vitan um teg, so vit kunnu betra okkara tænastur og samskiftið okkara millum, so vit kunnu bjóða tær tann neyðuga serkunnleikan, tú hevur brúk fyri. Tað kann m.a. vera innsamlaðar persónsupplýsingar um vitjan á okkara heimasíðu, herundir IP-adressur og farspor á tínari teldu. Hetta er neyðugt, so okkara heimasíða riggar, sum hon skal og hjálpir okkum at gera heimasíðuna brúkaravinarligari.

Ongar av persónsupplýsingunum í stykki 2 eru serliga neyðugar, fyri at vit kunnu veita tær ta røttu tænastuna. Okkara viðgerð í hesum sambandi er tí títt samtykki. Um vit ynskja at nýta tínar persónsupplýsingar á annan hátt, enn tað vit ætlaðu, verður tú biðin um eitt nýtt samtykki, um vit meina, hetta liggur uttan fyri fyrra samtykkið.

Vit strika tínar persónsupplýsingar, tá ið tær ikki eru neyðugar longur
Vit meta um, nær vit ikki longur hava tørv á tínum persónsupplýsingum, og verða allar persónsupplýsingarnar strikaðar, tá ið tørvurin á upplýsingum ikki er longur.

Nakrar persónsupplýsingar skulu goymast í minst 5 ár í sambandi við lóggávuna, m.a. bókhaldslógina. Tað er m.a. brúk fyri persónsupplýsingum í samband við fakturar, so vit fáa avroknað skatt og mvg og fyri at kunna vátta fyri myndugleikunum, so sum sáttmálar o.a.m.

Aðrar persónsupplýsingar, ið eru partar av málsviðgerð hjá norðurlendska virkseminum, verða journaliseraðar á rættan hátt eftir vanligum almennum meginreglum. Tað eru bara týðandi og neyðugar persónsupplýsingar, sum koma við í málsviðgerðina. Tá ið málsviðgerðin er liðug, kunnu persónsupplýsingarnar ikki strikast. Persónsupplýsingarnar verða sendar til ríkisarkivið, har tað løgfrøðiliga verður strikað í samstarvi við Norðurlandaráðharraráðið.

Vit víðarigeva tínar persónsupplýsingar í slíkum føri
Vit víðarigeva ikki tínar persónsupplýsingar til onnur:
- Uttan tað er neyðugt, so vit lúka lóggávuna
- Uttan tú hevur givið samtykki
- Uttan tað er í sambandi við nýtslu hjá dátuviðgerum innan fyri ES, EBS ella eitt trygt triðjaland

Í tann mun, lóggávan loyvir tí, kunnu vit víðarigeva persónsupplýsingar við tí í hyggju annaðhvørt at verja ella handhevja okkara rættindi. Dømi, har tað kann verða týðandi, kann vera í sambandi við fyribyrging av falsan ella annað revsivert.

Tíni rættindi 

Ynskir tú at gera brúk av omanfyrinevndu rættindum, verður tú biðin um at senda ein teldupost til nlh@nlh.fo við heitinum “Míni rættindi viðvíkjandi viðgerð av persónsupplýsingum”, har tú greiðir frá støðuni, og hvønn rætt tú ynskir at brúka.

Á hvønn hátt varðveita vit tínar persónsupplýsingar
Vit hava bundið okkum til at verja tínar persónsupplýsingar eftir etiskum reglum, bæði fyri okkara egnu skyld og fyri at yvirhalda alla lóggávu.

Vit nýta viðkomandi og álítandi tekniskar og bygnaðarligar skipanir fyri at tryggja, at óviðkomandi ikki fáa atgongd til persónsupplýsingarnar, vit goyma. Endamálið er at tryggja, at persónsupplýsingarnar ikki verða nýttar, oyðilagdar, broyttar, verða gjørdar almennar ella á annan hátt misnýttar.

Vit hava innanhýsis reglur fyri kunningartrygd
Vit hava innanhýsis reglur fyri kunningartrygd, sum innihalda politikkar, leiðreglur og mannagongdir við meira.

Hetta hevur m.a. við sær, at persónsupplýsingar bara eru atkomuligar fyri rætta starvsfólki, ið hevur brúk fyri tí. Ein partur av okkara leiðreglum um kunningartrygd er, at vit læra okkara starvsfólk at handfara persónsupplýsingarnar og hava tilvitskuátøk.

Vit hava sett í verk kt-fyriskipanir
Vit hava íverksett kt-trygdarskipanir, ið skulu tryggja at okkara kt-trygd er nøktandi í sambandi við tær upplýsingar, vit goyma.

Vit hava eina fasta mannagongd fyri fráboðan, ið tryggjar, at vit kunna teir myndugleikar, ið skulu kunnast, um hetta gerst neyðugt.

Sum nevnt, hava vit sett mong tiltøk í verk fyri at tryggja viðgerðina av tínum persónsupplýsingum. Skuldu okkara kt-skipanir og aðrar skipanir kortini blivið settar í vanda, vilja vit geva tær boð um hetta uttan óneyðugt drál, um vandin er høgur fyri tíni rættindi og frælsi.

Myndir og upptøkur
Norðurlandahúsið er eitt alment hús. Vit gera vart við, at vit javnan taka myndir og gera upptøkur av virksemi í húsinum, sum vit brúka til marknaðarføring og skjalfesting, m.a. á heimasíðuni og á sosialu miðlum. Vit brúka bert myndir og upptøkur, har vit meta, at fólk verða sýnd á ein neutralan og positivan hátt. Vit eru serliga varin, tá ið tað snýr seg um børn, ið eru 13 ár og yngri. Set teg í samband við okkum, um tú sært eina mynd av tær, sum tú ynskir strikaða.

Klagumøguleiki
Tann skrásetti hevur rætt til at klaga til Dátueftirlitið um okkara viðgerð av persónsupplýsingum. Hetta verður gjørt við at venda sær til Dátueftirlitið, ið hevur fylgjandi kontaktupplýsingar:

Teldupost: dat@dat.fo
Telefonnummar: +298 309 100

Hendan dátuverndarkunning er seinast dagførd 25.01.2024

Upp aftur