Búmerki
Norðurlandahúsið hevur, eins og hjá øllum stovnunum undir Norðurlandaráðnum og norðurlendska ráðharraráðnum, norðurlendska svanin sum eyðkennismerki.
Svanurin umboðar álit, rættvísi og frælsi. Opinleiki er ein týdningarmikil grundhugsjón í norðurlendska samstarvinum – eitt samstarv, sum er opið fyri nýggjum hugsanum, hugskotum og samstarvsfeløgum.
Búmerkið skal nýtast á øllum nýggjum tilfari.