Vælkomin í Norðurlandahúsið!

Norðurlandahúsið er eitt av teimum mest týdningarmiklu amboðunum hjá Norðurlendska Ráðharrastovninum til at fremja politisku raðfestingarnar av mentanarliga norðurlendska samstarvinum.

Norðurlandahúsið verður rikið sum eitt norðurlendskt lista- og mentanarhús við fjølbroyttum virksemi innan tónleik, bókmentir, leiklist, film, visuella list, fyrilestrar, ráðstevnur og mangt annað.

Gjøgnum list og mentan skilja vit betri,  hvørji vit eru sum menniskju og samfelag. Listin kann gleða, hugtaka, bjóða av, skapa orðaskifti, eggja og hugtaka, men mest av øllum sigur hetta nakað um samfelagið, sum vit liva í. Bæði sæð úr einum mentanarsøguligum sjónarhorni og sum samfelagskjakari.

Mentanin hevur ein týdningarmiklan samfelags leiklut, tí hon lyftur samfelagskjakið upp á eitt hægri stig. Samstundis kann hon ríka okkum og finnast at okkum. Tá vit eru trygg í okkara lívsskoðan kunnu vit møta tí fjølbroytta á ein uppbyggjandi hátt, og vit kunnu handfara okkara egna mentanararv og samstundis møta øðrum mentanum og sjónarmiðum. Framtíðar mentanararvin skapa vit saman, og í Føroyum er Norðurlandahúsið í stóran mun eitt stað, har framtíðar lista- og mentanararvurin verður skaptur og breiddur út.

Fremsta uppgávan hjá Norðurlandahúsinum er at miðla norðurlendska mentan og mentan í Føroyum, og at styrkja føroyska list og mentan í Føroyum, Norðurlondum og kring allan heim. 

Vit skipa gjøgnum árið einsamøll ella saman við øðrum fyri fleiri festivalum eitt nú barna-, films-, bókmenta- og jazzfestivalum. Sum listafólk ella fyrireikari er tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum, og leggja fram tíni hugskot ella uppskot til samstarv um eitt tiltak.

Vit stremba eftir at røkka einum breiðum málbólki við smáum eins og stórum tiltøkum. Okkara hallir verða brúktar til okkara egnu tiltøk, samstarvsprojektir ella verða leigaðar út til aðrar fyrireikarar.

Norðurlendski Ráðharrastovnurin, sum er samstarvsfelagsskapurin hjá stjórnunum í Norðurlondum, hevur sum mál í síni yvirskipaðu Visión 2030, at Norðurlond skulu verða tað mest burðardygga og samskipaða økið í heiminum. Vit skulu fremja grønu broytingina í okkara samfeløgum og grønan vøkstur, sum byggir á kunnleika, nýskapan, flytføri og digitala samskipan. Vit skulu arbeiða fyri at skapa eitt samanhangandi øki, sum er merkt av felagsskapi, javnrættindum og felags virðum. Vit skulu styrkja mentanarliga samstarvið og vælferðina.

Vit vóna, at tú sum gestur ella listafólk vil verða við okkum á hesi ferð!

Vælkomin!

 

Søgan

Nógv vatn hevur runnið í ánni, síðani Erlendur Patursson í 1960-unum frá Løgtingsins talarastóli hugleiddi um, hvussu týdningarmikið tað var at fáa eitt Norðurlandahús í Føroyum, og hetta var sent í Útvarpi Føroya og føroysku dagbløðunum.

Tað vóru ikki øll, sum skiltu, hvat maðurin segði, men líkamikið. Norðurlandaráðið og Føroya Landsstýri samdust um at byggjast skuldi eitt Norðurlandahús í Føroyum, og var hetta tikið í brúk í 1983. Fleiri føroyingar vóru atfinningarsamir, tí teir hildu, at nýggi stovnurin fór at køva mentanarlívið í Føroyum.

Men húsið bleiv væl mótikið bæði í Føroyum og í Norðanlondum.

Siðvenja hevur verið, at tað verður skift millum Norðanlondini, hvør stjórin er, og hava stjórarnir verið hesir:

Steen A. Cold, Danmark 1983-1985

Hjørtur Pálsson, Ísland, 1985

Karin Flodstrøm, Svøríki, 1985-1989

Jan Kløvstad, Noreg, 1989-1994

Peter Turtschnaninoff, Finnland,  1994-1999

Helga Hjørvar, Ísland, 1999-2005

Niels Halm, Danmark, 2005-2013

Sif Gunnarsdóttir, Ísland, 2013-2018

Gunn Hernes, Noreg, 2018 –

Í 2008 í sambandi við 25 ára føðingardagin hjá Norðurlandahúsinum var Athøll tikin í brúk. Við Athøll fekk Norðurlandahúsið meiri rásarúm. Athøll er í 2 hæddum. Í niður hæddini er Skálin, sum tekur uml. 200 fólk, sum kunnu sita, og 3  høli í aðru hædd Norðurstova, Eysturstova og Vesturstova. Í Norðurstovu kunnu 50 fólk sita, og í Eystur- og Vesturstovu kunnu 10 fólk sita í hvørjum rúmi sær.

So í mai 2020 fyllir Norðurlandahúsið 37 ár.

Upp aftur