Kafe Systrar

Vistfrøðiligt og grønt. Heimabakað og søtt. Sterkt og frískligt og lekkurt.

Kafe Systrar leggur dent á tað einfalda vælsmakkandi og heilsugóða. Tað er heimagjørdur matur og viðskeri, nýbakaður bakstur og útvaldar spennandi drekkivørur.

Aftanfyri Kafe Systrar standa systrarnar Ann Jonsdóttir og Maiken Mortensen, sum báðar leggja dent á vistfrøði, gott nátturuvín, eina søta kaku og ein góðan drekkamunn.

Persónligi áhugin fyri matgerðini og brennandi forvitnið fyri, hvussu góða rávøran best verður brúkt, sæst aftur hvønn dag í Norðurlandahúsinum. Tær leggja dent á vistfrøði, lokala rávøru og at gagnnýta matliga ríkidømið, sum eyðkennir árstíðirnar og Føroyar.

Kafe Systrar seta stór krøv til framleiðsluna. Allur bakstur er heimabakaður, alt grønmeti er vistfrøðiligt, pesto, hummus, lemon curd, súltitoy og datella verður rørt frá grundini, og bara tær bestu drykkivørur fáa innivist.

Systrar leggja dent á vistfrøði, á burðardygga nýtslu av tilfeingi, endurnýslu og at vísa ábyrgd fyri umhvørvinum. Tí at ansa eftir umhvørvinum snýr seg um siðvenju og nýhugsan, um ábyrgd, at læra av fortíðini og menna framtíðina.

 


 




 

 

 

 

Upp aftur