Tekniskur leiðari

Fulltíðarstarv í Norðurlandahúsinum í Føroyum

Vit sóknast eftir einum tekniskum leiðara, sum kann leggja til rættis og samskipa tiltøk í og viðlíkahald av Norðurlandahúsinum. Tú hevur ábyrgd av vaktarætlanini fyri starvsfólkini á teknisku deild umframt teimum, sum verða leigað inn frá øðrum fyritøkum ella eru fríyrkisfólk. Tú hevur harumframt ábyrgd av innkeypi av útgerð, viðlíkahaldsætlanum og uttanhýsis avtalum viðvíkjandi bygging, tøkni, brunatrygd og ávaringarskipan.

Ert tú tann, vit leita eftir?

Tú er tænastusinnað/ur.

Tú hevur royndir frá tekniskum arbeiði og viðlíkahaldi av bygningi.

Tú ert virkin og jalig/ur.

Tú dugir væl at leggja ætlanir, ert skipað/ur, greið/ur og hevur gott yvirlit.

Tú lærir lætt og er kvik/ur at seta teg inn í nýggja tøkni og talgild amboð.

Tað er ein fyrimunur, at tú dugir føroyskt í skrift og talu, umframt at tosa eitt av norðurlendsku málunum (norskt, danskt ella svenskt).  

 

Arbeiðstíð

Arbeiðstíðin er skiftandi og roknast skal við kvøldar- og vikuskiftisarbeiði eftir tørvi.

Lønar- og setanarviðurskifti

Løn og setan eru sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið, Starvsmannafelagið og Norðurlendska Ráðharraráðið. Starvið er tíðaravmarkað. Vanligt sáttmálatíðarskeið er fýra ár við møguleika fyri at leingja sáttmálan í mesta lagi fýra ár afturat. Serlig viðbót er til persónar, sum verða settir úr øðrum londum enn Føroyum. Vit stremba eftir jøvnum kynsbýti.

Tann, sum verður settur, fær neyðuga upplæring innan ymsu starvsøkini.

Freistin at søkja er 10. januar 2019. Umsóknin má sendast talgilt á www.norden.org

Vit ynskja at rætti umsøkjarin byrjar í starvi 15. mars 2019.  

Við umsóknini skal vera grundgevingarskriv, sum lýsir viðkomandi royndir og dugnaskapir, umframt títt ynski um at arbeiða í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Eisini skal lívsrensl fylgja við umsóknini. Umsóknin kann skrivast á føroyskum ella einum norðurlendskum máli (norskum, donskum ella svenskum).

Spurningar kunnu stílast til stjóran í Norðurlandahúsinum Gunn Hernes á gunn@nlh.fo ella við at ringja í móttøkuna í Norðurlandahúsinum á tlf. 351 351

 

Um Norðurlandahúsið í Føroyum (NLH)

Norðurlandahúsið er ein stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum og Føroya Landsstýri. Norðurlendska Ráðharraráðið er samstarvsstovnurin hjá norðurlendsku stjórunum. Endamálið hjá Norðurlandahúsinum er at breiða út norðurlendska mentan í Føroyum, føroyska mentan í hinum Norðurlondunum og at stuðla føroyskari list og mentan. Í 2017 vóru uml. 400 tiltøk og yvir 100.000 vitjandi í húsinum. 15 fólk starvast í Norðurlandahúsinum.

Nærri kunning um okkum, okkara hús og virki fæst á www.nlh.fo

 

Upp aftur