Uppliva størsta listafestival í Skandinavia í Norðurlandahúsinum (og heima í sofuni)

Norðurlandahúsið er farið undir nýtt samstarv við Festspillene i Bergen, og fer at vísa eitt úrval av tiltøkum bæði beinleiðis á stórskíggja í Norðurlandahúsinum og ígjøgnum heimasíðuna.

Festspillene i Bergen er størsti festivalur av sínum slag í Norðurlondum, og er altjóða viðurkendur fyri sítt virksemi innan tónleik, opera, dans og sjónleik. Hvørt ár bjóða tey eina imponerandi skrá av framførslum og listafólki, og m.a. hevur okkara egna Eivør spælt á festivalinum.

Vegna COVID-19 kundi festivalurin ikki fara fram, sum ætlað í ár, men í staðin hava tey lagt nógva orku í at skapa ein online festival, har góðskan er í hásæti. Flestu tiltøkini eru beinleiðis stroymd, men summi eru upptøkur frá farnum festivalum.

Norðurlandahúsið, sum hevur samstarvað við Festspillene i Bergen fyrr, hevur valt eina skrá av fjølbroyttum tiltøkum, sum verða víst antin ígjøgnum talglda pallin Heimabitan ella beinleiðis á stórskíggja í húsinum.

Tiltøkini, sum Norðurlandahúsið hevur valt, fevna um alt frá orðaskifti til symfoniorkesturkonsertir, frá barnasjónleiki til talgildar installatiónir.

  • {{item.dateFromSplit[0]}} {{item.dateFromSplit[1]}} {{item.dateFromSplit[2]}}
    - {{item.dateToSplit[0]}} {{item.dateToSplit[1]}} {{item.dateToSplit[2]}}
    {{item.status}}
    {{item.dateFromSplit[1]}}. {{item.dateFromSplit[2]}} {{item.dateFromSplit[4]}}, Kl {{item.displayTime}}, {{item.place[0]}}
    {{item.name}}
    {{item.description}}
    {{item.priceButton}}
    {{item.ctaButtonText}}
Vís fleiri tiltøk



Einki úrslit





Upp aftur