Bókadagar 2020

Gleð teg til Bókadagar 2020, til yrkingaupplestrar, barnasjónleik, bókasølu, rithøvundasamrøður og mangt annað. 

Bókadagar er eitt árligt afturvendandi tiltak, sum verður fyriskipað í samstarvi við m.a. føroyskar rithøvundar, forløg og felagsskapir. Vanliga fer tiltakið fram yvir eitt vikuskifti, men í ár er tiltakið í eina heila viku. 

Hetta tryggjar, at vit kunnu fylgja leiðreglum hjá myndugleikunum um koronu og halda tilmælda frástøðu - meðan vit samstundis koma heilt tætt at tí góðu søguni, fáa nýggja vitan úr bókmentaheiminum og kenna nærleikan, sum fæst við at lesa eina góða bók. 

Tilmelding er neyðug til øll tiltøkini. Summi tiltøk krevja eisini eitt atgongumerkjagjald. Avmarkað pláss. 

Vit gleða okkum at síggja teg í Norðurlandahúsinum.

HVØNN DAG Á BÓKADØGUNUM

Klingran:
Keyp nýggjastu bøkurnar frá Rit & Rák á bókadøgunum
Fá ókeypis útbering við 
Posta
Rit & Rák er sum vanligt við á bókadøgunum við øllum teimum nýggjastu føroysku bókunum. Handilin er í Klingruni, har til ber at síggja og keypa allar tær føroysku bøkurnar, sum eru komnar út í ár. Vegna koronu sleppa ikki eins nógv fólk sum vanligt við til tiltakið í Norðurlandahúsinum. Tí skipa Rit & Rák harafturat fyri ókeypis útbering í samstarvi við Posta av øllum bókum, sum verða keyptar á ritograk.fo, hesa vikuna.


Forhøllin:
Bókaklubbin

Vitja Bókaklubban á Bókadøgum og hoyr um heimsins besta klubba, har tú ómakaleyst og bíliga fært hópin av góðum lesiupplivingum ígjøgnum alt árið. Opið alla vikuna frá kl. 9:00 til húsið letur aftur.

Føroyar lesa er nýtt átak, sum hevur til endamáls at kveikja lesigleðina millum føroyingar. Vitja Føroyar lesa á Bókadøgum, har tú kanst kunna teg nærri og ogna tær eina av okkara snøggu taskum. Ísv. Bókadagar seta vit gongd á spennandi myndakapping. Fylg við á Føroyarlesa.fo og á okkara sosialu miðlum.

  • {{item.dateFromSplit[0]}} {{item.dateFromSplit[1]}} {{item.dateFromSplit[2]}}
    - {{item.dateToSplit[0]}} {{item.dateToSplit[1]}} {{item.dateToSplit[2]}}
    {{item.status}}
    {{item.dateFromSplit[1]}}. {{item.dateFromSplit[2]}} {{item.dateFromSplit[4]}}, Kl {{item.displayTime}}, {{item.place[0]}}
    {{item.name}}
    {{item.description}}
    {{item.priceButton}}
    {{item.ctaButtonText}}
Vís fleiri tiltøk



Einki úrslit





Upp aftur