Barnaviku 3.-11. oktober

Í apríl máttu vit útseta Barnafestivalin orsakað av Covid-19 og enn er ikki rætta løtan at skipa fyri einum stórum festivali, sum vit vanliga gera við 8.000 børnum og ungum úr øllum landinum.

Vit vóna at tað aftur verður møguligt, at skipa fyri Barnafestivali í apríl 2021.

Í staðin skipar Norðurlandahúsið fyri Barnaviku 3.-11. oktober – ein vika við smærri tiltøkum, sum eru í samsvari við tilmælini frá myndugleikunum.

Sera avmarkað pláss er til øll tiltøkini, tí verður tíverri ikki møguligt at bjóða øllum stovnum og skúlum til tiltøk á Barnavikuni.

Skúlar/stovnar, sum kunnu melda til, fáa eina innbjóðing umvegis teldupost frá Norðurlandahúsinum. Tíverri verður ikki møguligt at bjóða skúlum til barnakonsertirnar við FSO, sum eru 5.-7. oktober. Færri konsertir eru á skrá og einans 100 pláss eru til øll okkara tiltøk í Høllini.

  • {{item.dateFromSplit[0]}} {{item.dateFromSplit[1]}} {{item.dateFromSplit[2]}}
    - {{item.dateToSplit[0]}} {{item.dateToSplit[1]}} {{item.dateToSplit[2]}}
    {{item.status}}
    {{item.dateFromSplit[1]}}. {{item.dateFromSplit[2]}} {{item.dateFromSplit[4]}}, Kl {{item.displayTime}}, {{item.place[0]}}
    {{item.name}}
    {{item.description}}
    {{item.priceButton}}
    {{item.ctaButtonText}}
Vís fleiri tiltøk



Einki úrslit





Upp aftur