Vilt tú við okkum út í rúmdina? Yvir tríggjar dagar verður Norðurlandahúsið gjørt um til ein rúmdardepil við nógvum spennandi tiltøkum fyri børn og vaksin. Vit fáa vitjan av einum veruligum rúmdarfara, vit fara at sveima úti í rúmdini, og vit fara at syngja um rúmdarrakettir og nógv annað. Minst eisini til at royna serligu rúmdarmatskránna hjá Titu!
Vælkomin til Rúmdardagar!