Demokratifestivalur fyri børn
Frítt Flog 2026
19.-22. mars 2026 savnast vit um, hátíðarhalda og seta sjóneykuna á eitt tað týdningarmesta virðið í okkara samfelagi: fólkaræði.
Festivalurin bjóðar uppá ymisk listalig úttrykk – sýningar, konsertir og verkstovur – sum fáa børn til at uppliva, granska og luttaka í demokratiska andanum við einum týðiligum norðurlendskum dámi.
Fólkaræði viðvíkur eisini børnum. Við list, spæli og felagsupplivingum bjóðar festivalurin børnum at granska virði sum luttøku, felagsskap og viðvirkni – grundarsteinar í framtíðarinnar fólkaræði.
Í sambandi við festivalin bað Norðurlandahúsið um uppskot til tiltøk og móttók nógv sterk initiativ og íkast til festivalin.
Festivalurin leggur dent á týdningin av fólkaræði, felagsskapi, samstarvi og røddini hjá barninum.
Fyri børn millum 3 og 13 ár. Bæði skúlar og familjur fáa eitt ríkt og hugkveikjandi tilboð.
Ein serlig skrá er til skúlar og dagstovnar.