Barnafestivalur 2025
Keyp, keyp, keyp! Vit keypa og keypa og brellast bara eftir meira, men hvussu nógvum av tí, vit keypa, hava vit veruliga tørv á? Kanska ikki øllum, um vit duga at nýta hugflogið?
Í Rimmarlandi kveikja vit hugflogið. Vit spæla, læra og arbeiða kreativt við evninum, hvussu nógv vit keypa, og hvussu nógvum vit í veruleikanum hava tørv á. Í felag varnast vit, hvussu stóra ávirkan okkara ovurnýtsla hevur á umhvørvið – og hvat vit kunnu gera fyri at velja rætt og at minka um nýtsluna.
Festivalpass
Festivalurin er í tveir dagar. Tá tú keypir festivalpass til annaðhvørt 29. ella 30. mars, hevur tú atgongd til øll tiltøk, ið eru tann dagin, tú keypir armband.
Aldursmark
Festivalurin er ætlaður børnum úr 3-12 ára aldur saman við vaksnum; tó er øll familjan hjartaliga vælkomin! Eisini hava vit eitt hugnaligt pinkubarnarúm, har foreldur kunnu vera í friði saman við sínum pinkubørnum.
Gott at vita
Avmarkað pláss er til nøkur tiltøk, men tey flestu tiltøkini eru á skrá fleiri ferðir um dagin. Um alt er upptikið, kanst tú bara fara til eitt annað tiltak, og møta aftur, tá hetta tiltakið aftur er á skrá.
Ein serlig skrá er til skúlar og dagstovnar.