Bókadagar 2026
Rithøvundasamrøður, fyrilestrar, yrkingaupplestur, bókaframløgur og mangt annað. Bókadagar er eitt árligt afturvendandi tiltak, sum verður fyriskipað í samstarvi við m.a. føroysk forløg og felagsskapir. Her koma vit heilt tætt at tí góðu søguni, fáa nýggja vitan úr bókmentaheiminum og kenna nærleikan, sum fæst við at lesa eina góða bók.
BÓKASØLA
Rit&Rák og Bókaklubbin Bókadeild Føroya Lærarafelags
Leygardagin 14/11 kl. 10.00 – 20.00
Sunnudagin 15/11 kl. 10.00 – 17.00
HØVUNDASTOVAN
hjá Rithøvundafelag Føroya
Komið og hoyri um arbeiðið, gerst limur í felagnum ella heilsa uppá nøkur av mest aktuellu høvundunum í Føroyum í dag.