Virðislønir Norðurlandaráðsins 2019
Virðislønir Norðurlandaráðsins 2019 vóru givnar í sambandi við eina beinleiðis sending frá virðislønahandanini í Konserthúsinum í Stockholm týsdagin tann 29. oktober 2019.
Her eru vinnararnir:
Drottningen fekk filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2019
Danski filmurin Dronningen fekk virðisløn fyri eitt verk, sum stig fyri stig kannar, hvussu eitt syrgilig familjuloyndarmál tekur seg upp, sum ein avleiðing av, at hugmóð, hugur og lygnir skapa eina óvanliga tvístøðu.
Jonas Eika fekk bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2019
Danski rithøvundurin Jonas Eika fekk virðislønina fyri stuttsøgusavnið Efter solen. Hann hevur skrivað eitt verk, sum nágreiniliga minnir okkum um, at bókmentirnar kunnu annað og meiri enn at spegla tað, vit longu nú kenna.
Greta Thunberg fekk umhvørisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2019 – men vildi ikki hava hana
16 ára gamla svenska gentan fekk virðislønina fyri at hava savnað milliónir av fólkum úr øllum heimum til at krevja, at nakað verður gjørt fyri veðurlagið nú!
Greta Thunberg valdi ikki at taka ímóti virðislønini sum eitt mótmæli móti, at ov lítið verður gjørt fyri at steðga veðurlagsbroytingunum. Hon var ikki sjálv til staðar , tá ið virðislønirnar vóru handaðar. Tvey ung umboð frá FridaysForFuture bóru fram boðskapin um, at umhvørvið ikki hevur tørv á fleiri virðislønum.
Gyða Valtýsdóttir fekk Musikkprís Norðurlandaráðsins 2019
Íslendski tónleikarin og fjølinstrumentalisturin Gyða Valtýrdóttir fekk virðislønina sum solo-listafólk fyri sín serliga sang, ljóðførisligt uppfinningarsemi og sína serligu persónligaru sjarmu, sum dregur fram tignina í tónleikahandverkið.
Kristin Roskifte fekk barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2019
Kristin Roskifte fekk virðislønina fyri myndabókina Alle sammen teller. Hon fekk virðislønina fyri eitt verk, sum er øðrvísi og framúr innan hesa bókmentagreinina.