21. oktober 2025

Virðislønir Norðurlandaráðsins 2025

Hvørt ár letur Norðurlandaráðið virðislønir í tónleiki, bókmentum, barna- og ungdómsbókmentum, filmi og umhvørvi. Hetta eru virðislønir sum eru høgt mettar í Norðurlondum, og sum eisini fáa stóra altjóða viðkenning.

Í dag vórðu vinnararnir av virðislønum Norðurlandaráðsins 2025 almannakunngjørdir, og bæði Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins og Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins fara til Føroyar í ár!

Barna- og ungdómsbókmentavirðislønin
Ingen utom jag eftir Sara Lundberg, Svøríki

Filmsvirðislønin
Seinasta paradís á jørð, Sakaris Stórá, Mads Stegger,Tommy Oksen og Jón Hammer, Føroyar

Bókmentavirðislønin
Svørt Orkidé eftir Vónbjørt Vang, Føroyar

Umhvørvisvirðislønin
Grønne Nabofællesskaber, Danmark

Tónleikavirðislønin
Víkingur Ólafsson, Ísland



Upp aftur