22. oktober 2024

Virðislønir Norðurlandaráðsins 2024 – hesi eru vinnarar

Í kvøld varð avdúkað, hvør hevur vunnið virðislønirnar í ár.

Umhvørvisvirðislønin
Íslendski arkitekturin Arnhildur Pálmadóttir vann fyri arbeiðið við at minka um CO2-útlát í byggivinnuni.

Barna- og ungdómsbókmentavirðislønin
Danski teknarin Jakob Martin Strid vann fyri Den fantastiske bus. Ein myndabók um hugflog og felagsskap.

Tónlistavirðislønin
Danska tónaskaldið Rune Glerup vann fyri violinkonsertina Om Lys og Lethed. Konsertin var bíløgd av DR Symfoniorkester og skriva til og saman við violinistinum Isabelle Faust.

Filmvirðislønin
Vinnarin gjørdist norski filmurin Sex, skrivaður og leikstjórnaður av Dag Johan Haugerud og framleiddur av Yngve Sæther og Hege Hauff Hvattum fyri Motlys. Ein gløgg og filosofisk komedia, ið nýtir sex sum eina prismu at lýsa menniskju og teirra menning.

Bókmentavirðislønin
Norski rithøvundurin Niels Fredrik Dahl vann fyri Fars rygg. Ein skaldsøga, ið vísir, hvussu einsemi ferðast ígjøgnum ættarlið, og hvussu torført, nærum ómøguligt, tað er at fáa greiði á, hvat í grundini formar eitt menniskjalív.

Hjartaliga til lukku til allar vinnaranar!

Upp aftur