Uppskot til Bókadagar 2026
Norðurlandahúsið letur upp fyri uppskotum til skránna á Bókadøgunum 13.-15. novembur.
Fæst tú við tekst, bókmentir og/ella rithøvundaskap í tínum yrki, og kundi tú hugsað tær at skipa fyri einum tiltaki á Bókadøgunum, sum ganga fyri seg í Norðurlandahúsinum 13.-15. novembur?
Vit bjóða øllum (undantikið privatpersónum) at senda eitt uppskot til skránna.
Freistin at søkja er hósdagin 13. august
Gevið gætur: Norðurlandahúsið veitir samskipan, hølir, tøkni og marknaðarføring uttan kostnað. Tit rinda sjálvi aðrar kostnaðir so sum samsýningar og møguligar ferðaútreiðslur.
Um nógv uppskot koma inn, tilskilar Norðurlandahúsið sær rættin at velja tey, sum saman skapa ta mest fjølbroyttu føroysku og norðurlendsku skránna fyri allar aldursbólkar.
Tilmelding og umsóknarskjal fæst við at senda eini boð til produsent, Turið Johannessen, á turid@nlh.fo