03. juni 2024

Uppskot til Bókadagar 2024

Norðurlandahúsið letur upp fyri uppskotum til skránna á Bókadøgunum tann 15. – 17. novembur

Fæst tú við tekst, bókmentir og/ella rithøvundaskap í tínum yrki, og kundi tú hugsað tær at skipa fyri einum tiltaki á Bókadøgunum, sum ganga fyri seg í Norðurlandahúsinum tann 15. – 17. novembur í ár? 

Í ár fer skráin á Bókadøgunum at lena seg upp at norðurlendsku visjónini um sosiala burðardygd. Vit bjóða øllum (undantikið privatpersónum) at senda eitt uppskot til skránna. Freistin at søkja er 12. august. 

Gevið gætur: Norðurlandahúsið veitir høli, tøkni og marknaðarføring uttan kostnað. Tit rinda sjálvi aðrar kostnaðir so sum samsýningar og møguligar ferðaútreiðslur.

Um nógv uppskot koma inn, tilskilar Norðurlandahúsið sær rættin at velja tey, sum hóska best og saman skapa ta mest fjølbroyttu føroysku og norðurlendsku skránna fyri allar aldursbólkar.

Nærri kunning og umsóknarskjal fæst við at senda eini boð til produsent, Turið Johannessen á turid@nlh.fo

Upp aftur