02. september 2022

Ummæli av "Gult myrkur" eftir Guðrið Hansdóttir

Norðurlandahúsið skipar fyri ummælisverkstovu, sum Paula Gaard, ph.d. í bókmentaummælum, stendur fyri. Her hittast 8 høvundar eina ferð um mánaðin at kjakast og ritstjórna ummæli hjá hvørjum øðrum.

Ein ferðafrásøgn eftir Daniu O. Tausen

"Hatta var T-shirt", segði Guðrið, aftaná hon hevði spælt T-shirt á útgávukonsertini í Norðurlandahúsinum, og salurin flenti. Hesi einføldu og gerandisligu nøvnini mynda lætta lyndið á útgávuni og fær fólk at smílast. Lív Maria Róadóttir Jæger, sum er orðasmiðurin á øllum løgunum, skrivaði á Facebook á útgávudegnum: "Tekstirnir handla um nærastu (og sverastu) kærleiksrelatiónirnar í skiftandi ljósi, myrkri og skuggum – kærleikin til barnið, til tann sum man livir saman við, til foreldrið, til tann man misti, til bakspeglið og til framtíðina." Og ja, hon veit nokk best, men spurningurin er, um lurtararnir fáa somu uppliving, tá teir gjøgnum egin oyru seta seg at lurta eftir lívligu tekstunum í guðriðligu tónunum.

Gult myrkur, 6. heildarútgávan hjá Guðrið Hansdóttur, kom við skiftandi veðrinum í apríl, teskandi inn í føroysk oyru eftir góð fimm ár á Guðriðsa "to-do" lista. Guðrið hevur ikki minni enn átt tvey børn í midlari tíð, men hevur tó megnað at framleiða hesa líka yvir ein hálvan tíma langu útgávuna við 9 løgum: Á, Blátt myrkur, Hús, Træ, Appilsin, Barn, T-shirt, Gult myrkur og Ljós.

Arbeiðstilgongdin til teir ymisku sangirnar hevur verið øgiliga ymisk, hava tær báðar listakvinnurnar greitt frá. Samstarvið hevur verið sera tætt yvir langa tíð, har Lív onkuntíð yrkti til upptøkur av Guðriðsa gittarspæli, har Guðrið onkuntíð murraði yvir eina yrking hjá Lív, ella fortaldi eina persónliga søgu, sum Lív síðani gjørdi um til yrking.

Hetta samstarvið millum tóna- og tekstasmið ger Gult myrkur til eina sera áhugaverda útgávu at lurta eftir, tí hvør følir kenslurnar? Guðrið ella Lív? Hvat kom fyrst? Lagið ella teksturin? Tað kann vera ringt at ikki gera sær hesar tankarnar, tá mann sum lurtari veit, at Lív skrivar, og Guðrið syngur. Lætt at ímynda sær, hvussu tekstirnir høvdu ljóðað, um Lív las teir upp. Men yrkingarnar eru ikki úr gomlum yrkingasøvnum hjá Lív. Nei, tær eru gjøgnum Guðrið útgivnar í plátuhúsa. Umskaptar til poppsangtekstir, har tað ímillum reglurnar verður sungið "he-hey" og murrað melodiir. Og tað er fyri meg alvorliga spennandi at hyggja nærri at.

Eg hevði tað við Gult myrkur, sum eg havi havt tað við teimum flestu av mínum yndis útgávum. Eg var ikki seld við tað sama. Eg var skeptisk – kanska tí eg ikki hevði hoyrt nakað nýtt frá Guðrið í nøkur ár, og visti hvussu hon "plagar at ljóða". Kanska tí at eg eri von at seta tónleik í básar – og tað var óvanliga torført at plasera hesi løgini. Tey vóru annarleiðis. Alvorlig men løtt. Einføld men kompleks. Popputt og tó.

Tá eg møti slíkum útgávum, hevur tað stóran týdning fyri meg, at eg sum lurtari dugi at virða tónleikin og tónleikaran so mikið at geva lurtingini minst ein brotpart so nógv av mínari tíð, sum listafólkið hevur brúkt uppá at framleiða hann. Um tað eru lagdir 30 tímar av arbeiði í ein 3 minuttir langan sang, haldi eg, at tað er uppá sítt plátt at vísa mína virðing við at lurta meira enn bara eina ferð. Seta meg inn í, hvat tað er fyri avgerðir, ið tónleikarin hevur valt at taka og hví við at forvitnast og trálurta. Tá verður detalja fyri og smálutur eftir spakuliga latin upp fyri mær, og tástaðni kann eg nerta við nøgdsemið at koma upp aftur hinumegin nærlurtingina og verða før fyri at siga mína egnu meining um ferðina og heildarupplivingina. Tí síggi eg tað sum eina styrki, tá eg ikki fati eina plátu ella ein sang við fyrstu lurting. Tí um eg svølgi tað rátt og dansi til tað longu fyrstu ferð, veit eg, at eg fari at blíva líka so skjótt troytt av tí.

Gult myrkur er ein ferð. Mín ferð sær nakað soleiðis út: 1. Eg hoyrdi digitalu stakløgini, 2. heildarútgávuna á netinum, 3. fløguna í bilinum, 4. útgávukonsertina í Norðurlandahúsinum, og 5. plátuna á plátuspælaranum har heima.

Blátt myrkur var fyrsta staklagið. Teksturin var fangandi frá fyrsta orði "skuggi, eyga og húð nú / eg ætlaði at siga tað sum tað var" og gjørdi, at eg valdi at lurta umaftur og umaftur. Sama var við hinum báðum stakløgunum Træ og Hús. Hvørja ferð eg lurtaði, gjørdist eg varug við eitt nýtt orð ella setning, sum kundi broyta alla mína fatan av innihaldinum. Og áðrenn eg visti av, hevði eg lurtað so mikið ofta, at eg gekk og murraði løgini dag og nátt. Framleiðslan, ljóðmyndin og bygnaðurin gjørdust tá stigvíst meira sannførandi og meiningsfull fyri meg. Eg helt ljóðmyndina vera rættiliga ringa at svølgja í byrjanini. Men við at fordjúpa meg í huglag, stíl og tekst, byrjaði eg at skilja, at Guðrið hevur ynskt sær eina einfalda og nærverandi útgávu,  har orðini skulu hoyrast og ljóða, sum tey verða sungin beint framman fyri mær, í stovuni har eg siti og lurti. Tí er røddin sum oftast turr og langt frammi í ljóðmyndini, sum ger at konsertljóð ikki er langt frá upptøkuljóði, tó tað ikki er spart uppá luksuriøs arrangement við strúkarum og elektroniskari framleiðslu í ávísum løgum.

Tað er Theodor Kapnas, sum hevur staðið fyri upptøkunum í Studio Bloch. Síðani hava aðrir kendir tónleikarar sum Mikael Blak, Benjamin Petersen, Janus Rasmussen, Sakaris Emil Joensen og Tom Hanney, lagt ymiskt afturat. Tróndur Bogason hevur lagt strúkaraarrangementini til rættis.

Dagurin kom, har fløgan varð sett fram í handlarnar. Eg hoyrdi, at húsarnir komu fram í skeivum formati, sum merkir at Guðrið sjálv mátti skera sundur og límað saman av nýggjum, og tað skal hon absolutt hava rós fyri. Tað er sovorðið, sum kann henda. Men har stóð hon, fløgan. Ein gulur húsi við einum rundum skapi á, úr tunnum litríkum strípum. Eg helt tað fyrst líkjast meira eini tekno/elektropoppfløgu. Myndin sendi meg aftur til nógvu tímarnar, eg plagdi at gløða eftir Windows Media Player á telduni, meðan eg lurtaði eftir tónleiki. Ikki beinleiðis tað, eg hevði sett í samband við Gult myrkur. Eg hevði kanska væntað permuna at líkjast meiri baksíðuni, sum er gul við einari væltroffnari svart/hvítari mynd av Guðrið og hennara Omnichord, tikin av Gwenael Akira Helmsdal. Rundan um myndina er ein ramma og nøvnini á sangunum á hvør sínari síðu. Skrifttypan er elegant og eitt klassiskt eyðkenni hjá sniðgevanum, Heiðriki á Heygum, sum í staðin fyri at spæla við nuansirnar millum ljós og myrkur á ein klassiskan fólkatónleikaligan hátt (sum eg hevði væntað) hevur valt at spæla við kontrastir. Forsíðan av bóklinginum er gul og baksíðan svørt. Á svarta og gula litinum eru sangtekstirnir og upplýsingarlistarnir plaseraðir í øgiliga smáum bókstavum og eitt sindur ov nógvum tastivillum sum er óheppið, spyrt tú meg, men lat tað fara. Eg helt tað vera áhugavert við hesum visuella úttrykkinum, tí hvat er gult myrkur? Er tað gult + myrkur ella gult blandað við myrkri? Er tað abstrakt? Er tað konkret? Hvussu vorðið er tað, egentliga? Tað er í øllum førum ein mótsøgn, tí litir eru ikki til uttan ljós.

Heiðrikur hevur lisið uppá, tí kontrastir og Lív eru góðir vinir, og kontrastir eru nógvir av í sangtekstunum. Lív er stinn í at seta saman tað, sum yvirhøvur ikki hoyrir saman (men tó riggar so væl saman!). Hon skrivar: "náttin er sól", "orðini súrepli", "grótið bleytt".

Húsin og tekstirnir hava eisini hendan 90'ara/00'ara stílin til felags, tá húsar sum Regurgitator hjá Unit og In Between Dreams hjá Jack Johnson vóru útgivnir. Lív skrivar: "sekundini blinkaðu tá tú filmaði" og eg síggi fyri mær sekundteljaran á videokameranum blinka, persónin á skerminum sjarmera seg og filma við eyganum. Síggi sekundini frysta og goyma løtuna í allar ævir. Myndburðirnir kunnu síggjast í fleiri løgum og eru mest av øllum: nostalgiskir.

Eg koyrdi diskin í fløguspælaran í bilinum, meðan eg koyrdi. Fyrsta lagið byrjar við bandspælaraknitri, áartutli, fuglasangi, barnalátri og eini páparødd, sum sigur "syng ein góðan". Eg fekk vát eygu. Tað mátti vera røddin hjá pápa Guðrið, hugsaði eg. er ein syrgilig søga, tí øll versini enda við "og tú segði", men vit fáa aldrin at vita, hvat varð sagt. Eg byrjaði at skilja, at tað absolutt er hjúklað um detaljurnar. Men komin til síðsta lagið Ljós, kundi eg ikki lata vera við at hugsa, at Lív næstan brúkar orðini "skýggj" og "húð" í hvørjum sangi. Tað undraði meg, at hon ikki royndi at sleppa undan hesum endurtøkum, men tað gjørdi meg samstundis forvitna at hyggja nærri at hesum orðunum, sum hon brúkar.

Lív er meistari í gerandispoesi. Hon brúkar útlendsk tøkuorð (diskussión, klisje) hips um haps við samansett orð (veingjastøv og bókstavajørð). Hon skrivar møblar og ikki møplar, tí soleiðis sigur hon tað. Hon skrivar føroyskar popptekstir uttan at renna seg í typiskar orðingar, og tað er tað, sum ger hana so góða. Hon lýsir kompliseraðar kenslur við greiðum og ítøkiligum myndum av fingrum, mánum, eygum, skýggjum, gróti og húð.

eru skýggini húð. Í Blátt myrkur er skuggi*, eyga og húð nú. Í Hús er ein tími ein dagur ein máni eitt ár. Í Træ er húðin tunn sum eitt blað. Í Appilsin villast tey millum skýggj, egið minnist eyguni og bleyta húð, túið minnist larm. Í Barn blundar eygað, túið kallar skýggini og nertir fingrarnar. Í T-shirt eru orðini súrepli, og egið minnist tíni eygu. Í Gult myrkur lýsir mánin á títt andlit. (*Eg helt at hon sang "skýggið", men í tekstinum stendur "skuggi". Mær dámar væl, at "skýggj" verður brúkt so nógv, tí tað er eitt tað mest ófantaliga orðið, vit hava á føroyskum. Tað er (reint fonetiskt) yvirhøvur ikki eitt sangvinarligt orð, men samstundis er tað so fitt og óskyldugt, og útlendingar elska at úttala tað.)

Tað var fult hús av fólki í Norðurlandahúsinum nakrar dagar seinni. Fólk við øllum sansum skerptum, sótu klár at uppliva gula myrkrið. Konsertir eru fyri meg heilt serligar upplivingar, tí eg kann fáa eyguni upp fyri sangum, sum eg aldrin hevði funnið uppá at lurta eftir annars. Tað er nógv, sum skal spæla saman til eina tílíka konsert, og vit gloyma ofta sum áskoðarar, hvussu stóra ávirkan ljóð- og ljósmaðurin hava á tað heila tá. Sum regul sigur mann, at um tú ikki hugsar um, at teir eru har, so gera teir tað gott. (Eg hugsaði tó um teir hetta kvøldið, tí eg skuldi skriva hetta ummælið). Tað vóru teir báðir Theodor Kapnas og Villiam Soo Joensen, sum stóðu aftan fyri pultin, og teir vóru vælfyrireikaðir. Villiam hevði lisið uppá og spældi nógv við litirnar í myrkrinum. Í Blátt myrkur skygdi blátt, í Gult myrkur skein gult, og hann varieraði ljósstyrkina alt eftir, um tað var ein bleytur ella harður sangur. Theodor, somuleiðis, kendi løgini og visti, nær kórsangurin skuldi vera vátur ella turrur. Ljóðið var generelt behagiligt og hart, tá tað skuldi vera hart. Tað er sjálvandi minst líka nógv elitumanningini á pallinum at takka, at konsertin spældi so væl av: Guðrið Hansdóttir (sang, gittar), Mattias Kapnas (klaver, synth), Mikael Blak (bass, synth), Per Ingvaldur Højgaard Petersen (trummur), Heðin Ziska Davidsen (elgittar) og Katrina Olsen (kór, saksofon). Harafturat vóru kórsangarar: sangbólkurin Kata og beiggjarnir Fróði og Bjarki Hansen.

Umframt at spæla alla útgávuna mest sum í raðfylgju spældu tey eisini nakrar gamlar klassikkarar. Morgun í mars og Pegasus hjá Guðrið, og Tú hevur tær dýrastu perlur og Hjartasorg hjá Byrta. Eg skilji, hví Guðrið følir seg noydda at taka hesi løgini eisini, men eftir mínum tykki var tað upp á ongan máta neyðugt. Fólk vistu, hvat tey vóru komin til. Kanska onkur var til staðar, sum ikki hevði hoyrt Guðrið fyrr, tað skal eg ikki siga – og tá geva klassikkararnir nokk altíð nakað eyka, tí teir eru betri samanspældir, og fólkið syngur við. Fyri meg vóru hesar løturnar tó heldur pausur enn hæddarpunkt. Men ímillum alla nýggju informatiónina kann tað tó væl vera sunt við einum andarúmi, og gjørdi tað mær tí sikkurt meira gott enn ilt í síðsta enda hóast alt.

Teir sangirnir, sum fangaðu meg mest til konsertina, vóru uttan iva teir, sum eg ikki enn hevði fingið eyguni upp fyri frammanundan. Ljós og Gult myrkur. Við Ljós var tað møguliga takkað veri frágreiðingini áðrenn sangin, har Guðrið greiddi frá, at sangurin handlar um at minnast til at vera til staðar, og minnast til, at orðini, mann sigur, kunnu vera síðstu orðini, sum onnur hoyra. Klimprandi á ljóðdempaða akkustiska klaverinum sat Mattias og lyfti sangin upp á eitt eminent støði. Tangentarnir knirkaðu og fyltu alt rúmið sum eitt heilt streingjakór. Eg sat við opnum munni og við gásarhúð.

Tað er altíð gott at koma hartil, at tú skilir, hví ein fløga hevur tað heitið, sum hon hevur. Og hví Guðrið hevur valt at kalla sína 6. útgávu Gult myrkur, skilti eg, tá hon spældi heitislagið hetta kvøldið í Norðurlandahúsinum. Gult myrkur er næstseinasta lagið á fløguni, og tað hevði ikki sannført meg enn. Teksturin hevur eina dýpd, sum krevur meira enn eina gjøgnumgongd.

Fyrstu ferð eg hoyrdi sangin, hoyrdi eg einki aftaná fyrsta vers, tí eg bleiv við at hugsa um "støðini við vátum nøvnum". Hvussu ljóðar tað? Við Áir? Vatnsoyrar? Runavík?

Næstu ferð hoyrdi eg "tað er ein bók um ljós innaní / og mínar hendur sum blaða og blaða / myndir í bakspeglinum innaní / og alt sum eg sá aftaná", og so fekk eg ikki hugsað um annað restina av degnum.

Triðju ferð sá eg fyri mær "telefonina sum lýsir á títt andlit innaní / og kvøldið, býurin, filtur. Fjórðu ferð "tað eru orð sum líkjast haga innaní / á opnari bókstavajørð".
Fimtu ferð "tað er mánin sum lýsir á títt andlit innaní / og eingin ilt at anda".

Og sættu ferð sat eg í Norðurlandahúsinum, tá tey vampaðu og endurtóku orðini: "tað eru veingjastøv og sannleiki innaní / tann fínasta rørslan sum finst", og eg kundi sagt, at tað var sum at endiliga siga "Á!" aftaná at hava spurt "Ha?" túsund ferð. Men tað var annarleiðis. Tað var ikki sum at fáa svarið til eitt roknistykki. Tað var meira sum at verða rurað í einum favni, sissað við orðum. Sindur sum at flóta í einum hyli av kenslum. At blunda og hoyra ljóðini undir vatnskorpuni kitla meg í oyrað. Tann fínasta rørslan sum finst. Og eg var glað, tí eg føldi hesar myndirnar innaní við at lurta eftir orðunum og tónunum, sum ferðaðust út í rúmið – og valdu at sláa seg niður undir húðini á mær.

Guðrið tosaði sum heild ikki so nógv millum sangirnar, men hon greiddi stutt frá, hvønn týdning fýra av sangunum høvdu fyri hana. Hon er kanska fámælt, men tá hon byrjaði at syngja, sást tað langan veg, at hon neyt alvorliga at spæla hesi nýggju løgini. Nógvur kærleiki var millum hana og fjøldina, mátar mann við klumpum í hálsum ella tárum í eygum. Ikki minst tá Guðrið greiddi frá, at Hús var ognaður pápa hennara, sum doyði fyrra árið.

Aftaná konsertina var tað eisini staðfest, at tónleikurin hevði smittað salin, tí næstan allar fløgurnar vórðu útseldar í forhøllini, har Guðrið stóð og signeraði. Hon hevur ikki at gloyma nógvar fjepparar her í Føroyum og eina langa tónleikasøgu. Nakrar dagar seinni kom LP plátan til landið, og síðani tá hevur Gult myrkur verði ein prýðislutur í mínari íbúð og ein temasangur í mínum gerandisdegi.

 

Upp aftur