Ummæli av Blómudalurin eftir Niviaq Korneliussen
Norðurlandahúsið skipar fyri ummælisverkstovu, sum Paula Gaard, ph.d. í bókmentaummælum, stendur fyri. Her hittast 8 høvundar eina ferð um mánaðin at kjakast og ritstjórna ummæli hjá hvørjum øðrum.
Tað vit ikki snakka um
Ummælari: Dorit Hansen
Niviaq Korneliussen: Blómudalurin, Sprotin, 2022. Vagnur Streymoy hevur týtt úr donskum. Bókin kom upprunaliga út á donskum og grønlendskum í 2020 við heitunum Blomsterdalen og Naasuliardarpi. Edward Fugloy hevur gjørt permumyndina til føroysku útgávuna.
Sjálvmorð, sex og samkyndleiki síggja á skræðuni út til at vera høvuðsevnini í grønlendsku skaldsøguni Blómudalurin eftir Niviaq Korneliussen. Tað eru djúp og djørv evni, men skaldsøgan stingur í grundini djypri, tí hvat ger tøgnin, skuldarkenslan og ósagdi longsulin eftir kærleika og viðurkenning við okkum sum menniskju? Tað er stóri spurningurin, sum verður spentur og spílaður í Blómudalinum.
Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Grønland, vit hava eina felags lagnu sum tvey heimastýri í einum donskum stati, vit hava eins og grønlendingar tveir fólkatingslimir, vit hava, sum tey, danskt sum okkara fyrsta annaðmál, og vit venda okkum sum oftast øll í ein landsynning, tá vit skulu útbúgva okkum, tá vit fara í feriu, tá vit hyggja at sjónvarpi, og tá vit mangla størv, handilssambond ella politiskan og mentanarligan íblástur.
Tá vit flúgva til Grønlands millumlenda vit eisini ofta í Keypmannahavn, men hóast vit ikki hava beinleiðis flogleið til stóra grannalandi í útnorðri, so hava vit havt nógv sambond. Føroysk skip hava troytt grønlendska fiskiríkidømi, føroyingar hava siglt við grønlendskum skipum, Føroyingahavnin liggur framvegis sum eitt sjónskt minni, og nógv familjubond eru millum føroyingar og grønlendingar.
Felags drøg síggjast eisini í bókmentasøguni. Grønlendingar høvdu sterka munnliga siðvenju við søgum og sangum, sum tey fóru undir at skriva niður í 19. øld. Grønlendingar yrktu sálmar og fosturlandssangir á grønlendskum um aldarskiftið 1900. Fyrsta grønlendska skaldsøgan kom út fyrst í 20. øld. Í 1970-árunum yrktu tey politiskar mótmælistekstir, og seinastu árini hava verið merkt av djørvum, ungum rithøvundum.
Einastandandi trímálsligur møguleiki
Blómudalurin er mær vitandi fyrsta grønlendska skaldsøgan, sum er komin út á føroyskum. Onkur barnabók er komin út í felagsnorðurlendskari verkætlan, Karsten Hoydal týddi fleiri grønlendskar yrkingar og gav tær út saman við øðrum týðingum í savninum Sólarkringur í 1982, nakrar teirra vóru á prenti í Varðanum í 1966, og Katrin Reinert og Kirsten Brix hava týtt tvær grønlendskar stuttsøgur, sum stóðu í Varðanum í 2018.
Vónandi ber Blómudalurin boð um størri áhuga fyri tí bókmentaliga tilfeinginum í Grønlandi. Tað er í øllum førum gleðiligt, at vit – á okkara egna máli – sleppa at lesa dugnaliga rithøvundin, sum í fjør var heiðrað við Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Týðingin hjá Vagni Streymoy hevur sínar dygdir. Gerandismálið riggar, og persónarnir í søguni sleppa at tosa júst so beint fram, sum tey gera í donsku og grønlendsku útgávunum.
Bókin kom upprunaliga út í einari danskari og einari grønlendskari útgávu. Niviaq Korneliussen hevur skrivað báðar. Danska málið fyllir meira í Grønlandi, enn tað ger í Føroyum í dag, men júst tí at vit øll duga danskt og kenna til blandingina millum móðurmál, danskt og enskt, so liggur ein einastandandi trímálsligur møguleiki í Blómudalinum, sum ikki er troyttur.
Bókin er týdd úr donskum til føroyskt, og føroyski teksturin er líka so blandaður við grønlendskt og enskt mál, sum danska útgávan er. Men Sprotin kundi kannað grønlendsku útgávuna og sæð, hvussu danska málið í henni verður nýtt at varpa ljós á grønlendskt blandingsmál og á mentanararligar samanstoytir og málsligar misskiljingar. Einki danskt er í føroysku útgávuni.
Vát undirlív og fjaldar kenslur
Skaldsøgan Blómudalurin snýr seg um eina unga grønlendska kvinnu, sum flytir til Danmarkar at lesa. Vit fáa ikki navnið á kvinnuni, hon er frásøgufólk, og vit uppliva verðina, fólkini og náttúruna við hennara eygum og hennara hondum. Ónevnda gongur saman við Maliinu, sum hon er so forelskað í, at hon fær ikki hildið fingrarnar frá henni – og úr henni. Vát lall fylla nógv í fyrsta parti av bókini. Men líka so vát og opin hon er kropsliga, líka so turr og afturlatin er hon, tá tað kemur til tær kenslur og hugsanir, sum bylgjast inni í henni.
Í fyrstu senu í bókini situr unga frásøgukonan einsamøll og einsom við ein kirkjugarð og eygleiðir ein svartan ravn, ið setir seg á ein av mongu hvítu krossunum. Ravnurin er afturvendandi tema. Eins og einsemi. Men tað eru tó fólkini og sambondini teirra millum, sum fylla mest. Í næstu senu er frásøgukonan saman við mammuni, sum hon helst vil sleppa undan. Tí mamman sær hana ikki. Ikki veruliga. Daman hjá frásøgukonuni, Maliina, er tann, sum nemur – og sleppur at nema.
Maliina hevur útbúgving og gott starv og vil hava, at frásøgukonan eisini hugsar um sína framtíð. Men frásøgukonan trívist best í núinum, tøgnini og myrkrinum. Hugsar hon um framtíðina, endar hon í fortíðini, har ov nógv skomm og sorg eru grivin. Loysnin er at láta sum um og at snakka um hugin og greðina heldur enn kenslurnar. Tað er lættari at flýggja og fjala enn at skuffa og særa.
Tað eru nógvar søgur og nógvir persónar í Blómudalinum. Lýsingin av mentanarsamanstoytunum á universitetinum í Aarhus er t.d. stuttlig og ikki heilt ókend fyri ein føroying. Bókin er tó ikki lættur lesnaður, bygnaðurin flýtur eins og lívið, og sterku kærleikssenurnar – bæði tær vaksnu við Maliinu og tær barnsligu við ommuni – verða aftur og aftur punkteraðar av ráum, køldum veruleika.
Sjálvmorðsrakti karmurin
Blómudalurin er bæði skitin realisma, sveimandi romantikkur og sundurpettað sálargreining. Og so er tað ein søga, sum er sett inn í ein veruligan karm. Vit tosa um rammusøgur, tá vit hava eina søgu inni í einari aðrari søgu, men her er karmurin grønlendski veruleikin við methøgum sjálvmorðstølum.
Tað eru 45 kapitlar í bókini, sama tal sum sjálvmorðstalið í Grønlandi í 2019. Talt verður niður frá 45, og bókin endar beint áðrenn vit raka eitt-talið. Bókin er eisini skipað í tríggjar partar, fyrsti partur er nevndur TEY, annar TÚ og tann triði EG. Kapitlarnir í fyrsta parti hava stuttar, kontantar setningar um einstøk sjálvmorð.
- Kvinna. 38 ár. Hongt seg - 44. Maður. 19 ár. Skotið seg - 43. Kvinna 76. Hongt seg.
Sjálvmorðslýsingarnar hava einki við sjálva søgugongdina at gera, men síðst í fyrsta parti økist kunningin, og knappliga passar ein lýsing til systkinabarn Maliinu, sum júst hevur tikið lívið av sær í kjarnusøguni.
- Genta. 17 ár. Hongdi seg í skúrinum hjá pápanum. Hann fann hana um morgunin.
Í øðrum parti snúgva sjálvmorðsyvirskriftirnar seg um tey, sum eftir sita, tey, sum sakna og syrgja “teg”. Men sorgin og saknurin fjara spakuliga út í ein talgildan tykisheim. Í triðja parti flóta sjálvmorðsyvirskriftirnar saman við støðuni hjá frásøgukvinnuni. Sjálvmorð er ikki longur nakað, sum rakar “tey”, og tað snýr seg ikki longur bara um tær avleiðingar, sum “tú” ert atvold til. Sjálvmorðið liggur nú og lúrir og lokkar millum hvørja linju.
Tøgnin og tøknin
Sambært miðlaetiskum meginreglum skulu sjálvmorð og sjálvmorðsroyndir helst ikki umrøðast. Hetta heilt serliga varsemi er grundað í bæði samkenslu við teimum, sum hava mist, og ótta fyri, at sjálvmorð smitta. Men sambært nýggjari gransking hjá m.ø. Center for Selvmordsforskning kann hendan siðvenja forða sjálvmorðsfyribyrgjan, tí tøgnin er so sterk og køvandi. Niviaq ger við Blómudalinum upp við tøgnina um sjálvmorð, skaldsøgan heingir veruleikan upp til almenna skoðan og noyðir fólk at taka støðu.
Grønland og Føroyar hava søguliga – sum nógv onnur samfeløg – verið nógv merkt av tabu. Tingum, sum ikki skuldu nevnast. Tøgnin hevur heilt sikkurt havt sítt virði og sína funktión. Tað er ikki alt, sum kann sigast. Tað vísir Niviaq eisini væl í skaldsøguni. Men tøkniliga menningin hevur seinastu árini kollvelt alt samskiftisøkið. Tað, sum kundi fjalast í tøgn fyrr, kann tað ikki longur.
Blómudalurin lýsir sera væl, hvussu Facebook, Instagram, Skype og aðrir hentleikar hava broytt okkara gerandislív, okkara hugmyndir, okkara vitan og vitanardeiling. Eingin orkar at tosa um tann deyða við døgurðaborðið, men úti á sosialu miðlunum skriva fólk heilsanir, minningarorð, leggja myndir og senda hjørtu og klemm. Tøgnin ræður í fysiska rúminum, men ikki tí talgilda.
Alt var lættari fyrr. Tá vit ikki skuldu taka støðu til sálarheilsuna hjá ungum fólki, tá vit ikki sáddu iva um kynssamleikan hjá hvørjum øðrum, og tá kvinnur í frið og náðum kundu orna sínar fosturtøkur uppi í føroysku fjøllunum. Tá vit dugdu at láta sum um og tiga. Ella kanska var tað ikki so nógv lættari – ella rættari.
Tøknin hevur í øllum førum prikað hol í tøgnina, og spurningurin er ikki, um vit skulu lata upp fyri gomlum tabu-evnum, men hvussu vit gera tað.
Og alt hitt
Eg hevði viljað vitað meira um grønlendskar rithøvundar, serliga teir ungu. Forlagið Milik hevur givið fleiri áhugaverdar bøkur út, m.a. stuttsøgusøvn við ungum grønlendingum. Niviaq Korneliussen hevur givið tvær skaldsøgur út, báðar bróta tabu og lýsa gerandislívið hjá ungum grønlendingum. Ein annar áhugaverdur rithøvundur er Sørine Steenholdt, sum í stuttsøgusavninum Zombieland lýsir sosialu upploysnina, sum er veruleiki nógva staðni í Grønlandi.
Niviaq Korneliussen hevur eisini verið við til at skipað ferðandi rithøvundaskúla í Grønlandi síðan 2018. Í Føroyum fór Setrið undir rithøvundaútbúgving á bachelorstigi í 2019. Tað verður spennandi at fylgja skrivigongdini í báðum londunum komandi árini. Fara ungu føroysku rithøvundarnir at skriva djarvar skaldsøgur, og fara ungu grønlendingarnir at skriva innhugsnar yrkingar?
Eg gleði meg í øllum førum til fleiri grønlendskar bøkur á føroyskum, og tær mugu gjarna verða týddar við sama lætta penni sum hendan. Men, please, kunnu vit ikki loyva føroyskum gerandisorðum sum smiley, date og stories? Og ber tað ikki til at gera sær eitt lítið sindur meira ómak við rættlestrinum? Setningar sum “hon gava mær ...”, “eg boyggir høvdið” og “eg sera rámur roykur av lorti kemur...” irritera.
Og so má eg líka nevna permuna. Edward Fuglø hevur gjørt fleiri sera væleydnaðar kápumyndir fyri Sprotan, t.d. Móðurmjólk, Hjarta myrkursins og Ævigsøga dagbók brøv. Men mær dámar ikki hesa. Hon er ov tung og tulkandi. Tupilakklíknandi veingjaluturin hóskar seg heldur ikki, hóast ravnar og veingir fylla í søguni. Upprunaliga perman (á donsku og grønlendsku útgávunum) fjalir dapra innihaldið og bendir ikki á nakað sergrønlendskt. Føroyska perman útpenslar tungu kvinnuna og dyrkar kendu mytuna.