Ummæli av Blómudalurin eftir Niviaq Korneliussen
Norðurlandahúsið skipar fyri ummælisverkstovu, sum Paula Gaard, ph.d. í bókmentaummælum, stendur fyri. Her hittast 8 høvundar eina ferð um mánaðin at kjakast og ritstjórna ummæli hjá hvørjum øðrum.
Tey, tú og so eg
Ummælari: Rakul í Gerðinum
Sum so mong onnur, sat eg og fylgdi við, tá handanin av Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins varð send í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya – sum vera man, var eg serliga spent upp á, um virðislønin endiliga fór at koma til Føroyar aftur – og sum so mong onnur, varð eg alt fyri eitt yvirtikin av karismuni hjá Niviaq Korneliussen; hennara beinharða kritikki av grønlendsku myndugleikunum, av almennu skipanini og hennara verju av teimum sjálvmorðshóttu ungu – og børnunum – við síni talu, ið fekk tárini at trilla niður við nøsini á mær, tá hon tók ímóti Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í fjørheyst. Eg mátti og skuldi lesa bókina, Naasuliardarpi, sum seinni fekk føroyska heitið Blómudalurin.
Bókin fangar frá fyrstu løtu. Forvitnið vekist óunniliga við knøppu staðfestingini: “45. Kvinna. 38 ár. Hongt seg.”, sum er eitt slag av yvirskrift fyri tað, sum kann kallast fyrsti kapittulin. Kapitlarnir eru stuttir og yvir hvørjum tí einasta hongur eitt slíkt andlát, sum eitt slag av niðurteljing: “44. Maður. 19 ár. Skotið seg.”
Hetta er ein søga um at vera fastlæst í einum leikluti, í einum lívi og í einum narrativi, ið tú lítla og onga ávirkan hevur á. Um at royna at bróta við siðvenju, royna at koma longri enn tey, sum undan fóru, at sleppa leys úr tyngjandi máttloysinum. Einsamøll.
Navnleysi høvuðspersónurin í bókini er ein samkynd kvinna í tjúgunum. Tað er ígjøgnum hana, vit uppliva heimin í bókini. Í fyrstani býr hon heima hjá foreldrunum og yngru systir síni, men kennir seg ikki at passa inn saman við familjuni. Hon hugsar nógv um ommu sína, sum nú er deyð, og tykist vera tann einasta, sum hevur skilt hana, og sum er tann vaksni persónurin, hon hevur havt eitt trúnaðarband við. Hon vitjar ofta heima hjá unnustuni, Maliinu, sum hevur egna íbúð, sum eisini er vorðið staðið, har hon kann fáa luft. Tað var Maliina, ið kom sum ein frelsandi eingil, tá hon hevði tað allar ringast, eftir at besti vinmaður hennara hevði gjørt av við seg. Hon tekur avgerð um at fara til Danmarkar at lesa, og tað stuðla unnustan og familjan henni í. Men kendi hon seg fremmanda heima hjá familjuni, so var tað einki afturímóti, hvussu fremmanda hon kennir seg í Aarhus millum tey donsku lesandi har.
Tá eg las Blómudalin, bleiv eg beinanvegin góð við høvuðspersónin, hóast eg kanska ikki átti at blivið tað, tí hon er allatíðina so irriterandi og frek, at tað virkar, sum um hon øsir og særir fólkini rundan um seg við vilja. Hon er einki fitt við nakran. Allarminst við seg sjálva, og tað er kanska kjarnin í hennara atferð; at styggja onnur burtur frá sær fyri at geva sær sjálvari tað, hon heldur seg hava uppiborið.
Tað er ironiski humorin hjá høvuðspersóninum, eg falli fyri, men tað býr ein sovorðin køvandi sjálvsleiði undir næstan øllum, hon hugsar, sigur og ger, at tað ofta kennist ovboðið at skula halda fram lesa, og kortini er tað ómøguligt at sleppa bókini - at sleppa høvuðspersóninum.
Skaldsøgan Blómudalurin rúmar eini rúgvu av evnum og temum, men megnar at gera tað á ein væl balanseraðan hátt, so at søgan ongantíð fer út av sporinum og heldur ikki virkar yvirambitiøs. Skaldsøgan er snilt bygt upp við trimum høvuðspørtum undir heitunum TEY, TÚ og EG, ið kennast sum ringar, har tann uttasti ringurin er TEY, inni í honum er TÚ, og í miðjuni EG, og á sama hátt læsir søgugongdin seg spakuliga um kjarnan í sjálvmorðsmentanini, sum er temað í søguni. Sjálvmorðsmentanini, sum gongur ígjøgnum alla bókina við niðurteljingini, sum fær nýggjan form í hvørjum av teimum trimum høvuðspørtunum, ið eisini broyta sjónarhorn samsvarandi, frá:
“44. Maður. 19 ár. Skotið seg.”
í, TEY, til
”23. Myndir av tær hava yvirtikið sosialu miðalrnar; summi kunnu als ikki góðtaka tað, onnur virða val títt, teirra sorgartilgongdir eru ymiskar. Summi halda, at tú gjørdi tað fyri at fáa uppmerksemi, tað hevur tú jú roynt nokkso leingi nú.”,
í, TÚ, og
“10. Eg skeri í opna sárið, so at eg fái ein stoyt. Tey orka meg ikki longur. Øll somul. Eg havi ikki hug at doyggja.”
í, EG.
Kærleiki, sexlív og samkyndleiki eru framstandandi evni í bókini. Serliga framstandandi eru tey nógvu brotini í bókini, har høvuðspersónurin hevur sex, eisini í støðum, sum annars ikki leggja upp til tað, so at tað tykist nærum ov nógv viðhvørt, og tær løturnar eru øgiliga ofta merktar av misskiljingum, virka desperatar og mekaniskar; trý orð, sum eg haldi lýsa nokkso væl høvuðspersónin og huglagið í bókini. Í nógvum førum haldi eg, at tað er ein máti hjá høvundanum at lýsa, hvussu nakað kropsliga intimt verður nýtt sum ein máta at doyva nakað kensluliga intimt og beinleiðis pínufult, sum er so ringt hjá høvuðspersóninum og hjá so nógvum øðrum persónum í bókini at seta orð á.
Kolonialisma er eitt annað evni, ið liggur sum ein undirstreymur gjøgnum søguna og kemur serliga væl til sjóndar í lestrarumhvørvinum í Danmark, har tey hava lítla vitan og nógvar fordómar um Grønland og grønlendingar.
Møguliga er hetta ein ungdómsskaldsøga. Tað snýr seg um ung, ella í hvussu er nokkso ung, fólk, og tað eru ógvusliga høgu hagtølini fyri sjálvmorð millum ung, ið fingu Niviaq til at skriva bókina. Málið er ungdómligt og gerandisligt, nógv beinleiðis tala og boð á messenger, so tað er nógv við bókini, ið talar til ung. Men eisini til vaksin. Evnisliga er hon ein typisk ungdómsbók; her hugsi eg um samleika, at hava tað trupult í samskiftinum við foreldrini, um marginaliseraðar samfelagsbólkar og at royna at finna seg sjálva í øllum meldrinum. Men hetta er ein tung og trist bók um sjálvmorð, sum eg hevði ynskt, at tað ikki var neyðugt hjá ungum fólkum at lesa, eins væl og bókin er ein kraftig áheitan til vaksin allastaðni í samfelagnum um at gera tað liviligt hjá børnum og ungum, ið eg somuleiðis hevði ynskt var óneyðug.
Blómudalurin er ein týðing av donsku útgávuni Blomsterdalen, sum høvundurin sjálv hevur skrivað á donskum og síðani á grønlendskum; Naasuliardarpi. Eg undraðist ofta á orðavalið í føroysku útgávuni, tað virkaði ikki altíð líka trúligt, men eg vandi meg nokkso skjótt við stílin og hugsavnaði meg heldur um innihaldið. Onkur lesari finnur seg kanska ikki í hesum, so tað er heppið fyri høvundan, at føroyingar eisini lesa danskt líka væl, sum móðurmálið.
Uttan at avdúka petti meira enn bókin ger við síni niðurteljing, so er Blómudalurin ikki nakar Rose garden, men tann frysti kirkjugarðurin í bygdini í Eysturgrønlandi, sum høvuðspersónurin ein dagin villist til og seinni hyggur niður á, úr flúgvaranum, tá hon fer avstað haðani eftir eini sjálvsálagdari uppgávu at leita eftir svarinum upp á, hví systkinabarn Maliinu tók sítt egna lív. Høvuðspersónurin hevur tá í fleiri mánaðir logið fyri sínum nærmastu um sítt egna lív, sum hon nú vendir aftur til, og eftir hetta gongur alt bara meira og meira galið, eisini tá tað ikki tykist at kunna ganga meira galið. Ja, sjálvt tá eg eina løtu veruliga endurvinni vónina um at, tað meir ella minni er eitt undur í eygsjón, so hendir tað ikki. Heldur ikki tá ið eg eri nær við at rópa og skríggja eftir høvuðspersóninum, snara henni, bara eitt lítið sindur, á rætta leið og kanska geva henni eitt oyra í hondina, so skal tað partú ikki enda væl.
Eg sat við sveittabrot og las tær síðstu desperatur síðurnar, altrá eftir at sleppa at rætta orðini, eftir at vakna og vita, at tað bara var ein marra.
Við Blómudalinum gevur Niviaq Korneliussen teimum lítilsvirdu, teimum ungu, sum ikki eru til longur og teimum, sum ikki orka at seta orð á pínuna og sorgina, eina rødd, sum røkkur heilt inn undir húðina á lesaranum. Hon letur sjálvmorðsmentanina í ein listarligan búna, sum er skraddaraseymaður til tíðina, vit liva í, har tað skal ganga skjótt fyri seg uttan at hava ov lítið uppá seg, har tað skal vera nokkso beint á uttan at vera beinleiðis vulgert og har tú kanst vera lættari undirhildin og djúpt rørd um somu tíð.
Um tað eydnast ungu kvinnuni í Blómudalinum at koma burtur úr fastlæsta leikluti sínum, um hon á einhvønn hátt kortini hevur ávirkan á sína lívssøgu, hvussu tað hepnast henni at bróta við siðvenju og royna at koma longri enn undanfarin ættarlið fóru og sleppa leys úr tyngjandi máttloysinum, kann eg enn grunda yvir, hóast eg langt síðani havi lagt bókina frá mær, men tað skerst ikki burtur, at einsemið verður ikki tikið frá henni. Og akkurát tí einseminum og vónloysinum, ið bókin sigur frá, haldi eg, at tað hevur eydnast Niviaq Korneliussen við Blómudalinum at seta gongd á at loysa upp í. Bókmentavirðisløn ella ikki – eg eri vorðin ríkari av at hava lisið bókina.