07. februar 2023

Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins

Hvør heldur tú skal fáa Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2023?

Temað í ár er burðardygg klædnaframleiðsla og -nýtsla. Kom við tínum uppskoti um, hvør skal fáa Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2023.

Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2023 verður latin lyklapersóni, sum flytur klædnaídnaðin, tænastur og klædnanýtslu á eina alheims burðardygga kós.

Virðislønin eru 300.000 kr.

Øll eru vælkomin at senda uppskot inn. Seinasta freist at senda uppskot inn er 9. mai 2023.

Send títt uppskot inn her.

Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins verður latin einari norðurlendskari fyritøku, felagsskapi ella einstaklingi, sum hevur gingið undan at hava virðing fyri umhvørvinum í sínum virki, ella sum á annan hátt hevur tikið stór tøk fyri umhvørvið.

Upp aftur