08. oktober 2019

Turkiskir fólkatónar og egyptiskt hip-hop

Diversity Week hjá Tórshavnar Kommunu endar við einum braki í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið við tónleiki frá danskt/turkisku AySay og egyptisku Yukka.


Hetta kvøldið verður Skálin umskapaður til ein hugnaligan klubb við stórum palli, lekrum ljósi, kaféborðum, barr og góðum stemningi. Kvøldið byrjar við vøkrum tónum frá trioini AySay sum samantvinnar miðeysturlendskan fólktatónleik við vesturlendska tónlist. Tekstirnir eru bæði danskir og turkiskir og við at nýta bæði siðbundnar turkiskar rútmur og ljóðføri sum Saz og Darbuka saman við elektriskum gittara og sampling, roynir bólkurin at káma mørkini ímillum eystur og vestur.

AySay spældi millum annað á Spot festivalinum í Århus í ár, har tey fingu sera góð ummæli. Eftir steðgin fara vit upp í tempo á ferð til egyptalands og sterka rapparan Yukka. Yukka hevur ofrað alt fyri sín tónleik.

Frá einum degi til annan mátti hon rýma frá sínum lívi í Egyptalandi, eftir at hon í kjalarvørrinum av tí Arabiska Várinum byrjaði at brúka rapptónleik aktivistiskt í eini roynd at gera umheimin varugan við politiskar trupulleikar.

Yukka kemur í Norðurlandahúsið við knívsskørpum tekstum og beinhørðum tónleiki. Saman við henni er eitt glóðheitt toymi, sum telur ein dansara og feita diskaran DJ Aviaja. Um konsertina sigur hon: “Verið til reiðar til eitt stórt kvøld!”


Lesandi fáa 50% í avsláttri av atgongumerkjaprísinum.

Upp aftur