19. september 2019

Tórshavnar Big Band hevur skrivað út verkakapping

Verkakapping
Tórshavnar Big Band vil vera við til at stimbra føroyskan tónleik og føroyska framleiðslu. Tí lýsir big bandið við verkakapping til
orkestrið. Kappingin verður skipað sum ein konsert í Norðurlandahúsinum 1. februar 2020, har Tórshavnar Big Band
framførir eitt úrval úr innkomnu verkunum.


Krøv til verk
• Skal ikki hava verið framført áður.
• Skal vera millum 3 og 5 minuttir til longdar.
• Skal vera fyri standard big band ljóðførissamanseting og sang
• Teksturin skal vera á føroyskum, og kann vera tøkutekstur ella upprunatekstur. Tó skal teksturin ikki hava verið nýttur í tónlistarligum høpi áður. (Teksturin verður ikki partur av dømingini).
• Skal kunna bólkast sum jazz slag (swing, ballad, Latin, rock, funk, fusion, osfr.)
• Tónaskaldið skal vera limur í KODA.
• Til ber at senda verk inn sum einstaklingur og til ber eisini at samstarva sum toymi um verk.

Big Band ljóðførissamanseting
• 2 alto saksofonir (stuðulsljóðføri floyta og klarinett)
• 2 tenor saksofonir (stuðulsljóðføri floyta og klarinett)
• 1 bariton saksofon (stuðulsljóðføri bass klarinett)
• 4 trompetir (stuðulsljóðføri flugelhorn)
• 4 trombonir, har 4 trombon er bass trombon
• klaver
• Gittar
• Kontrabass
• Trummusett
• slagverk eftir tørvi.
• Sangur (antin solo ella duett)

Innlating av tilfari
Freistin at lata inn er fríggjadagin 3. januar kl. 12.00.
Tilfarið verður latið inn talgilt og skal innihalda partitur, allar ljóðførispartar í pdf formati umframt eina ljóðfílu av verkinum. Tilfarið verður sent umvegis teldupost, antin sum deilt (share) leinki til dropbox mappu við tilfarinum, ella beinleiðis viðfest í telduposti til torshavnarbigband@gmail.com

Meting av verkum
Undan konsertini, sum verður leygarkvøldið 1. februar, velur ein dómsnevnd eitt úrval úr innkomnu verkunum til skránna. Í metingini verður serligur dentur lagdur á tónlistarliga avrikið og tónlistarligar lutir so sum skapandi evni, hóskandi brúk av ljóðførisspenni, dynamikkur, artikulasjón osfr.

Á konsertini metir dómsnevndin um verkini, og ger endaligan úrskurð um fyrstu, aðru og triðju virðisløn. Endaliga úrslitið verður kunngjørt aftaná konsertina. Dómsnevndin er mannað við 3. persónum, harav høvuðsdómarin er útlendskur.

Vinningar
Vinningarnir eru:
Fyrsta virðisløn er 30.000 kr.
Onnur virðisløn er 15.000 kr.
Triðja virðisløn er 5.000 kr.

Vit tilluta okkum rætt at avlýsa tiltakið, um nøktandi undirtøka ikki er fyri kappingini. Eru spurningar um eitthvørt, kunnu tit seta tykkum í samband við Eirik Skála, eiskala@olivant.fo ella Ólav Olsen, olavur@hotmail.com

Upp aftur