23. mai 2023
Tónlistavirðisløn norðurlandaráðsins 2023
Teitur Lassen er millum teirra, ið hevur møguleika fyri at vinna tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins seinni í ár.
Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins heiðrar tónleiki á høgum listarligum støði.
Virðislønin verður annaðhvørt ár latin einum verki hjá núlivandi tónaskaldi, og annaðhvørt ár latin einum tónleikabólki, sama um hann er lítil ella stórur.
Vinnarin verður kosin 31. oktobur.