16. oktober 2025
Søkt verður eftir stjóra
Hvør skal standa á odda fyri Norðurlandahúsinum í Føroyum?Komandi vár hevur Gunn Hernes verið stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum í átta ár. Hetta merkir, at hennara áramálssetan tá er komin at enda – og nú leitar Norðurlandaráðharraráðið eftir einum eftirkomara, ið kann føra víðari og styrkja Norðurlandahúsið sum livandi stað fyri list, mentan og menniskju.
Nýggi stjórin fær møguleikan at arbeiða í einum einastandandi húsi og at menna okkara arbeiði við fjølbroytni, talgildari menning, javnstøðu og burðardygd – í samsvari við visjónina hjá Norðurlandaráðharraráðnum um, at Norðurlond skulu verða burðardyggasta og mest samansjóðaða økið í heiminum.
Umsóknarfreist: 5. novembur, kl. 22.59.