20. november 2019

Open call: Norðurlandahúsið leitar eftir skapandi ungum

Í Norðurlandahúsinum vilja vit skapa eitt kreativt pláss fyri inspirerandi, engasjeraðum, demokratiskum, spírandi, djørvum ungdómum.

Kunningarfundur veðrur 30. november kl. 13.00-14.00 í Norðurlandahúsinum
Har fáa tú og restin av bólkinum eitt inspirerandi innlit í, hvussu tað ber til at arbeiða við ymiskum mentanarverkætlanum.

Tegna tær til kunningarfundi tann 30. november
Melda til kunningarfundin

Vit leita eftir øllum frá ungum íverksetarum, ungum listafólki til ungar visuellar úrmælingar og tær, sum dugir væl til hendurnar ella bara dugir sera væl at seta ting í gongd.

Skriva til okkara, um:
- Tú vilt skapa karmarnar fyri einum nýggjum slagi av tiltøkum í Norðurlandahúsinum.
- Tú hevur hug at menna ógloymandi upplivingar fyri gestirnar í húsinum.
- Tú ert ungur, millum 16 og 23 ár (aldurin er kortini ikki altavgerandi, tað hevur størri týdning, at tú hevur hugskot).


Arbeiðið er sjálvboðið, men vit bjóða:
- Nýggjar felagsskapir við onnur ung.
- Góðar umstøður, fígging og útgerð, tá hugskotini skulu gerast til veruleika.
- Royndir við at arbeiða í einum norðurlendskum mentanarstovni og at menna títt netverk.
- Innlit í at leggja fíggjarætlanir, at samskifta og at skipa fyri tiltøkum.
- Møguleiki er fyri at sleppa ókeypis til fleiri tiltøk í Norðurlandahúsinum.

Upp aftur